Langur vegur í finaluna

Ragnar Finnson endaði á triðja plássið í Talent 2008, men vegurin til finaluna var langur

Ævintýrið hjá Ragnari Finnsson byrjaði fyri nøkrum mánaðum síðani, tá hann og nakrir vinmenn vóru ein túr í SMS. Úttøka til Talent 2008 var, og endin varð, at vinfólkini hjá Ragnari fingu hann upp á pallin. Ragnar lænti ein gittara frá einum klaksvíkingi, og so var alt klárt. Punkarin tók nógv á bóli, tá hann við gittara og sangi framførdi lagið »Good Riddence« hjá punkbólkinum Greenday. Fólkini frá Talent 2008 vóru hugtikin, og valdu hann at luttaka í undanumfarinum í Hjørring.

Í Hjørring endurspældi Ragnar lagið hjá Greenday, og slapp við tveimum dómaraatkvøðum fyri og einari ímóti við í semifinaluna.

Í semifinaluni hevði Ragnar eina sera sterka framførslu við lagnum »99 red baloons«, ið var eitt hitt í 80’unum. Hóast ungi Havnarmaðurin hevði eina framførslu, ið nógv vóru glað fyri, gjørdist hann nummar tvey í semifinaluni. Nicklas, ið nógv sóu sum favorittin at vinna kappingina gjørdist fremstur í hesi semifinaluni.

Í finaluni framførdi Ragnar lagið »She’s leaving,« og dómararnir vóru sera glaðir fyri, at hann nú framførdi sítt egna tilfarð. Hetta rakk sum flestum kunnugt til eitt triðja pláss í kappingini.