Tað hevur verið ein afturvendandi trupulleiki, at fólk fáa ikki náttrfrið fyri skipum, sum liggja og larma við bryggju, ella á redini. Imeðan Helgi Abrahamsen var landsstýrismaður í komunumálum, ætlaði hann at seta eina kunngerð í gildið við hámarki fyri, hvussu illa skip kunnu larma.
Men tað vóru kommunurnar ikki nøgdar við, og tí varð semja gjørd um, at kommunurnar skuldu sjálvar finna eina loysn. Tí fingu tær freist til fyrsta november, til at semjast um, hvat hámarkið fyri larm frá skipum, skuldi vera.
Les eisini: Tey lova at skipini fara ikki at larma
Fyrsti november er í dag, men tað er greitt, at kommunurnar kláraðu ikki at hada freistina. Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, og formaður í kommunufelagnum, sigur, at í summar hava tey mátað larm frá skipum við bryggjum í Tórshavnar Kommunu, í Runavík og í Klaksvík. Hann sigur, at tey hava sett serkøn fólk at at arbeiða við málinum og nú verður mett út, hvat hámarkið skal vera. Tá ið hámarkið er sett, skal Umhvørvisstovan góðkenna tað.
Heðin Mortensen ásannar, at arbeiðið er ikki borið á mál enn, men at tað verður heilt skjótt - kanska enntá í hesi vikuni. Hann sigur, at fundur skuldi havt verið við Magnus Rasmussen, landsstýrismann í umhvørvismálum, men hann hevur verið sjúkrameldaður, so tann fundurin hevur ikki verið enn.