Larry Ford til Føroya

Kendi amerikanski gospelsangarin Larry Ford kemur til Føroya mánadagin 1. oktober og syngur á stórari sangløtu í Ebenezer.

Larry Ford kemur at syngja mest solo, men eisini saman við Dupultkvartettini og Ebenezerkórinum mánakvøldið kl. 20. Eisini verður felagssangur á skránni.

Dagarnar frammanundan hevur hann sungið í Svøríki, Noregi og Danmark.

Dupultkvartettin í Ebenezer er boðin til Danmarkar at syngja á tveimum konsertum saman við Larry Ford. Tann fyrra verður í Hirtshals hóskvøldið 27. september kl. 19 í Nordsømuseet, Multihallen, Willemosevej 2, og tann seinna sunnukvøldið 30. september kl. 19 í Keypmannahavn í ?Templet?, salinum hjá Frelsunarherinum á Frederiksberg Allé 9.

Á Danmarkarferðini syngur Dupultkvartettin eisini í Kristnastovu í Birmavej 36 á Amager fríggjakvøldið 28. september kl. 20. Sunnumorgunin 30. september kl. 10.30 syngur Dupultkvartettin á fundinum hjá Kristent Fællesskab, Højnæsvej 60, Rødovre, sí heimasíðuna : www.kristnastova.dk

Larry Ford var í Føroyum í mai 2004, tá ið hann sang á konsert í eini fulsettari ítróttarhøll á Eiði. Larry Ford er ein av kendastu gospelsangarum í USA. Hann hevur sungið í so kendum kvartettum sum The Blackwood Brothers. Eisini hevur hann sungið nógv við í bólkinum Homecoming Friends hjá Bill Gaither, sum telur nógvar av bestu southern gospel sangarum og tónleikarum. Meira um Larry Ford á heimasíðu hansara: www.larryford.com.