Lars Olsen úttikið landsliðshópin

(Rás2) Ein nýggjur maður er í hópinum hesaferð. Hoyr tað, sum Lars Olsen segði tá hann kunngjørdi landsliðshópin

Lars Olsen hevur fyri løtu síðan kunngjørt hvørjir 23 spælarar eru við hópinum, ið skulu spæla teir báðu síðstu dystirnar í HM-undankappingini.


Greitt er, at Lars Olsen heldur seg til tann hópin, ið hann kennir, tí Trygvi Askham er einasti nýggi spælarin, ið er sloppin í hópin á hesum sinni. 


Fyrri dysturin verður spældur leygardagin 7. oktober, tá Føroyar møtir Lettlandi á Tórsvølli, og tríggjar dagar seinni, týsdagin 10. oktober spæla Ungarn og Føroyar á Groupama Arena í Budapest.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr tað sum Lars Olsen segði, tá hann kunngjørdi landsliðshópin.




Teir 23 spælararnir, ið eru úttiknir til hópin eru:


Málmenn:

Gunnar Nielsen, FH Hafnarfjørður.
Teitur M. Gestsson, HB.
Trygvi Askham, EB/Streymur.


Verjuleikarar:
Jónas Tór Næs, ÍBV,
Viljormur Davidsen, Vejle,
Odmar Færø, B36,
Atli Gregersen, Víkingur,
Ári Mohr Jónsson, HB,
Rógvi Baldvinsson, Bryne BK,
Jóhan Troest Davidsen, HB,
Sonni Ragnar Nattestad, Molde.


Miðvallarar:
Pól Johannus Justinussen, NSÍ,
Kaj Leo í Bartalsstovu, ÍBV,
Gilli R. Sørensen, Brann,
Rene Shaki Joensen, Grindavík,
Fróði Benjaminsen, Víkingur,
Sølvi Vatnhamar, Víkingur,
Karl Løkin, NSÍ,
Róaldur Jakobsen, B36,
Hallur Hansson, AC Horsens,


Framherjar:
Klæmint A. Olsen, NSÍ,
Patrik Johannesen, B36,
Jóan Símun Edmundsson, OB.