Lars: Sannlíkt við broytingum

Lars Olsen ætlar at skifta aftur til fýra í verjuni til landsdystin móti Lettlandi

Tað verður helst við fýra í verjuni, at Føroyar taka ímóti Lettlandi leygardagin í EM undankappingini. Eftir at hava spælt við trimum í miðverjuni móti Portugal og Andorra, so ætlar Lars Olsen at skifta aftur til eina verju við fýra.

 

Hoyr samrøðuna við Lars Olsen við at trýsta á pílin undir myndini

 

- Tað er møguligt, at vit spæla við fýra í verjuni móti Lettlandi, tí tað vænti eg passar okkum betri, sigur Lars Olsen.

 

Les meir: Vit gita liðið - Sonni Ragnar aftur á liðnum

 

Til venjingina í gjár vandi hann við Atla Gregersen og Sonna Ragnar Nattestad í miðverjuni, meðan Jónas Tór Næs og Viljormur Davidsen var á vinstra bakki. Tó verður ikki talan um tveir framherjar.

 

- Vit royndu okkum við tveimum framherjum móti Sveis, men tað riggaði ikki ordiliga. So tað kemur nokk meiri at líkjast eina 4-4-1-1, har vit hava ein framrættaðan miðvallara og ein áleypara, sigur Lars Olsen.

 

Rás2 sigur frá landsdystinum, sum verður á Tórsvølli klokkan 17.