Fyrrapartin í dag vandi føroyska landsliðið í Hoyvík. Her royndi Lars Olsen millum annað, at seta Gunnar og Sølva Vatnhamar saman á høgru síðu. Hann vil ikki siga so nógv um uppstillingina. Hóast tað verður spurt upp í saman, so er fyrrverandi danski landsliðsliðskiparin royndur og svarar, uttan at siga ov nógv.
- Tað er ein møguleiki. Eg havi nakrar tankar í mínum høvdi, um hvussu tað skal síggja út, men eg havi ikki tikið eina endaliga avgerð enn. Tað kemur eisini ann upp á skaðastøðuna. Sølvi Vatnhamar hevur trupulleikar við lýskuni, sigur Lars Olsen.
Hann sigur eisini, at René Shaki Joensen ikki er eitt boð upp á høgra bakkin. Hann sær havnarmannin mest sum ein miðvallara.
Les eisini: Spælitíð er tað týdningarmesta
- Nú hevur René fyri tað mesta spælt mitt fyri hjá Grindavík. Gamaní eisini sum áleypari, men altíð í miðaksanum á liðnum. Eg síggi hann mest um sum ein miðvallara, sigur Lars Olsen.
Hann vil heldur ikki siga, hvussu nógv pláss hann hevur sett, ella hvussu nógvum spælarum hann ivast í.
- Beint nú vil eg ikki siga so nógv. Vit hava fleiri venjingar eftir. Eg havi eina mynd í høvdinum, men eg má framvegis fyrihalda meg til eitt nú skaðar og hvussu venjingarnar ganga, sigur Lars Olsen.
Les eisini: Børnini stuðla landsliðnum
Hann leggur tó dent á, at tað verður ikki hugsað um dystin móti Kosovo, fyrr enn dysturin móti Malta er spældur. Sostatt verður ikki telvað við tveimum dystum í huga.
- Nei, vit hugsa fyrst um dystin móti Malta. Síðani hava vit tríggjar dagar at leggja ein ætlan móti Kosovo, sigur landsliðsvenjarin.
Landsdysturin móti Malta verður á Tórsvølli fríggjakvøldið klokkan 19.45. FM1 sigur frá dystinum og byrjar at senda við landsliðsdámi longu frá klokkan 10 fríggjadagin.