Seinastu dagarnar hevur handilsskipið Atlantic ligið við bryggju í Hvalvík, har skipið hevur lastað gamalt jarn.
- Atlantic siglir í fríum farti og liggur nú og tekur ímóti gomlum jarni, sum skal til Grenå í Danmark. Síðan skal skipið til Svøríkis eftir skervi.
Tað veit Facebook-síðan hjá Føroysku Sjómansmissiónini at siga í morgun. Lagt verður aftrat, at Atlantic siglir undir føroyskum flaggi.
- Tað er Assens Skibeværft, sum eigur skipið, ið er skrásett í Streymnesi, har tað áður var heimahoyrandi. Átta mans úr ymiskum londum eru við Atlantic.
Meðan skipið hevur ligið í Hvalvík, hevur sjómanstrúboðarin, Torleif Johannessen, vitjað umborð, og tað er eisini hann, sum hevur tikið viðheftu mynd.