IRF hevur havt ávaringar um tað, og nú minnir Tórshavnar kommuna fólk á, at fýrverk er vandamikið burturkast og skal latast inn beinleiðis til Endurnýtsluna, har tað verður burturbeint fyri seg á skynsaman hátt.
– Fýrverk má hvørki blandast við vanliga húsarhaldsburturkastið heima við hús ella beinast burtur á Brennistøðini, skrivar Tórshavnar kommuna.