Anfield, Liverpool
Tað hevur regnað allan fyrrapartin, men nú klokkan gongur móti tvey slítur í. Fleiri túsund Liverpool viðhaldsfólk eru samlaði uttanfyri barrini Sandon. Fólk úr øllum samfelagsstattum eru samlaði fyri at mótmæla eigaraviðurskiftinum í Liverpool. Ung sum gomlu, kvinnur sum menn. Á odda gongur ein ungur myrkhærdur maður og rópar; »Hvat vilja vit?« Fjøldin svarar: »Hava amerikumenninir út!« So er aftur tøgn og oddamaðurin tekur yvir aftur og rópar: »Nær?« Svarið frá fjøldini er stutt og greitt: »NÚ!«
Ungi maðurin er James McKenna og hann er formaður í Liverpool fjepparafelagnum, Spirit of Shankly, eisini nevndir SOS. Vit spurdu James McKenna hví teir skipaðu fyri hesari mótmælisgongini.
Vit vilja vísa okkara ónøgd við Tom Hicks og George Gillett, sum í felag eiga Liverpool FC. Teir keyptu felagið í 2007, tá Liverpool var á veg í finaluna í Champions League fyri aðru ferð uppá trý ár. Í dag liggja við í niðurflytingarvanda og tað sigur alt um at gongdina síðani Tom og Geroge komu til, sigur James McKenna stutt eftir at mótmælisgongan er komin til Anfield.
James er hásur á málinum so nógv sum hann hevur rópt. Hann biður orsaka fyri hásu røddina, men er skjótur at halda fram. Tað er greitt, at ungi maðurin brennur fyri sakini.
Tom og George komu við lyftum um at styrkja hópin, byggja nýggjan leikvøll og tað skuldi henda uttan at seta felagið í skuld. Hópurin er ikki styrktur, spakin er ikki settur í til nýggja leikvøllin og felagið hevur eina risa skuld. Teir komu við brotnum lyftum og lygnum, sigur James óður á málinum.
Liverpool koyrt umkoll á vøllinum
Inni á Anfield blívur ilt til verri. Stemningurin er lunkaður á heima áskoðarunum, meðan tey appilsingulu úr Blackpool hugna sær óført tá dysturin verður bríkslaður í gongd. Tað gongur bara ein løta, so verður Fernando Torres útskiftur vegna skaða og tað verður »suffa« og »puffa« millum reyðu áskoðararnar. Síðani fær Blackpool brotsspark, sum verður umsett til mál. Stutt fyri hálvleik gongur heilt gali og Blackpool kemur á odda 2-0.
– BUUUHHHH!
So greiður er boðskapurin frá teimum reyðu á Anfield, tá dómarin bríkslar til hálvleik. Hinvegin er tað sum á ólavsøku millum Blackpool viðhaldsfólkini. Til stóra gleði fyri tey, so megnar Blackpool at vinna dystin, støðan endar 2-1 til gestirnar. Niðurtúrurin hjá Liverpool heldur fram og eftir dystin hildu mótmælini fram á The Kop.
James McKenna hevur eina loyns uppá trupulleikarnir í Liverpool.
Lat okkum viðhaldsfólkini, ið elska felagið so nógv, taka yvir. Lat okkum verða ein partur av loysnini. Tað eru hóast alt vit, ið skulu gjalda skuldina hjá tí komandi eigarinum, eins og vit gera hjá Tom og George, sigur James McKenna at enda, meðan hann deilir faldarar út við áskriftini: »Tom og George, tit eru ikki vælkomnir.«
Tað verður ikki í dag ella í morgin, at Liverpool megnar at venda skútuni. Liverpool hevur so nógvar trupulleikar bæði á og uttanfyri vøllin, at veddingarfyritøkur meta, at tað er fimm ferðir so sannlíkt at Liverpool flytur niður, sum at teir vinna Premier League!