Lat Pensionatið verða opið

Undir løgtingsviðgerðini, sum var mikudagin, av frágreiðingini frá landsstýrismanninum í almannamálum um støðu teirra brekaðu, kom fram, at allir flokkar ynskja Pensionatið á Eirargarði opið um jólini

Hóast nógvar áheitanir um at lata Pensionatið verða verðandi opið, vísti Kristian Magnussen, landsstýrismaður í almannamálum, málinum frá sær og lat tað aftur til tingmenn sjálvar.

Kristian Magnussen segði, undir orðaskiftinum um frágreiðing hansara til Løgtingið um støðu teirra brekaðu, at tingmenn høvdu sjálvir samtykt fíggjarlógina, sum millum annað gav Landssjúkrahúsinum so lítið av peningi, at neyðugt var at stongja ávísar deildir. Og hann ætlaði sær ikki upp í tað kórið, sum bara lovaði í eyst og vest, men ikki dugdi at fíggja lyftini. Tað fór einki lyfti at koma frá honum, segði hann, sum skuldu fíggjast við einum væntaðum yvirskoti á fíggjarlógini.


Fult hús

Tað sat fólk á hvørjum stóli á áhoyraraplássunum í Løgtinginum, tá tingmenn viðgjørdu frágreiðinginga frá landsstýrismanninum í almannamálum um støðuna hjá teimum brekaðu. Her vóru fólk frá ymsum feløgum, sum varða av teimum brekaðu. Her vóru fólk, sum sjálvi høvdu brek. Og á fremstu røð vóru tveir stólar vendir við, soleiðis at teir vendu aftur móti restini av áhoyrarunum. Har sótu tveir deyvatulkar og søgdu teimum deyvu, sum møtt vóru, hvat tingmenn søgdu.

Og áðrenn fundurin byrjaði, vórðu tingmenn mintir á, at umstøðurnar hjá rørslubrekaðum eru vánaligar. Ein maður í rullustóli ætlaði sær inn at lurta. Men tað er so eiðasørt, at komandi er at Tinghúsinum við rullustóli.

Sum teir skilamenn, norðoyatingmenninir Vilhelm og Heini eru, fóru teir at hjálpa. Men stólurin datt sundur onkunsvegna, og Heini kleimdi ein fingur, so hann umtrent gjørdist brekaður sjálvur.


Altjóða dagur

Tað var løgtingsformaðurin, sum hevði biðið um hesa frágreiðingina frá landsstýrismanninum, soleiðis at Løgtingi við viðgerðini av henni kundi halda altjóða dag teirra brekaðu, sum er 3. december.

Kristian Magnussen legði frágreiðingina fyri Tingið týsdagin, og varð hon viðgjørd á tingfundi mikudagin.

Fyrst at taka orðið var framsøgumaður Sambandsfloksins, Maria Hansen.

Maria Hansen metti, at tey brekaðu í Føroyum vóru ov lágt prioriterað í mun til so mangt annað í hesum landinum.

Hon nevndi eitt yvirlit yvir ymisk lond, har givin vóru stig eftir, hvussu tey brekaðu vóru prioriterað á ymsum økjum. Norðurlond sum heild lógu um 50 stig, segði Maria Hansen, meðan Føroyar einans høvdu fingið 22 stig.

Maria Hansen nam við trupuleikarnar hjá rørslubrekaðum í Føroyum. Og teir eru nógvir, eins og tey rørslubrekaðu gerast alt fleiri. Einamest orsakað av ferðsluvanlukkum, segði Maria Hansen.


Fostrið í vanda

Rúna Sivertsen, úr Fólkaflokkinum, vísti á, at tað eru ikki longur bara tey brekaðu, vit síggja, sum eru verri fyri, enn onnur.

Longu meðan fostrið er í móðurlívið, ber til at ávísa eitthvørt brek. Og so ber eisini til at taka fostrið, tí tað mangan tykist óynskt, um tað ikki er fullført.

Rúna Sivertsen setti spurnartekin við, hvussu ein mamma, sum kom út fyri slíkum, mundi hava tað. Tað verið seg, tá hon fær at vita, at fostrið er brekað. Meðan hon umhugsar, hvat gerast skal. Og ikki minst eftir eina møguliga fosturtøku.

Annars fegnaðist Rúna Sivertsen um, at deildirnar á Eirargarði, sum fyrr hevur verið tosað um at gera til umsitingarbygningar, nú kortini fara at verða nýttar til upprunaliga endamálið. Nevniliga til heim fyri fólk, sum hava ein serligan tørv.

Annars helt Rúna Sivertsen ikki, at Lærarafelagið átti at sleppa at krevja brekað børn í vanligar skúlar. Hon helt ikki, at lærarar skuldu hava rætt til at undirvísa á økjum, teir ikki hava førleika til.


Útblakaður á jólum

Fólk eru skelkað av boðunum um, at búfólkini á Pensionatinum skulu blakast út heimanífrá á jólum, segði Vilhelm Johannesen, framsøgumaður Javnaðarfloksins.

»Og júst til hesa høgtíðina, tá øll siga seg vera so góð. Ikki minst við hvønn annan.«

Hetta er beinleiðis í stríð við bæði Løgtings- og ST kunngerðir, segði Vilhelm Johannesen og heitti á Kristian Magnussen, landsstýrismann í almannamálum, um at broyta hasa avgerðina.

Almennir bygningar og strandfaraskip eru vánalig, tá um ræður møguleikar hjá brekaðum, segði Vilhelm Johannesen, og vísti á tað, sum fyrifórst uttan fyri Tinghúsið, tá rullustólurin skuldi inn.



Atferðartrupuleikar

Heini O. Heinesen út Tjóðveldisflokkinum tók aftur í aftur sín kleimda fingur, tá hann minti á, hvussu illa til stóð hjá teimum rørslubrekaðu.

Annars nevndi Heini O. Heinesen fleiri ymisk brek, fólk kunnu hava. Millum annað kom hann inn á fólk við atferðartrupuleikum. »Tað kann væl verða,«  helt Heini O, Heinesen, »at tað eisini eru tingmenn, sum hava havt atferðartrupuleikar á yngri árum.«

Havandi rullustólin og kleimda fingurin ú huga, helt Heini O. Heinesen, at tað áttu at verið bygdar fleiri vardar íbúðir við serligum møguleikum fyri brekað. Tí kundi Húsalánsgrunnurin staðið fyri.

Kommunurnar brúka nógvar pengar til óneyðug ting, segði Heini, og til átti at borið hjá teimum at gjørt nakað meira við hendan trupuleikan.


Strandfaraskipini

Sum so mong onnur av teimum, sum høvdu orðið, var Ernst Hansen, úr Verkamannafylkingini í samgongu, eisini eftir strandfaraskipunum fyri vánaliga innrætting.

Tað er púra ómøguligt hjá einum brekaðum at ferðast við strandfaraskipunum, segði Ernst Hansen. Tað gongur mangan upp hjá teimum, sum annars klára seg sjálv, segði hann.

Ernst Hansen helt, sum fleri onnur, at pengar eiga at verða settir av til bygging av vardum íbúðum. Og nevndir vórðu Húsalánsgrunnurin og Íbúðargrunnurin, sum brúkast kunnu til hetta endamál.

Eisini Ernst Hansen var í móti at stongja Pensionatið á jólum.


Ørðvísi í New York

Thordur Niclasen úr Miðflokkinum helt, at tað var lítil nytta í føgrum orðum, um einki var aftanfyri. Hann vísti á, at nú hevði Kristian Magnussen møguleika at vísa í gerðum, at hugsað eisini verður um tey brekaðu.

Tað var bara at broyta avgerðina um at stongja Pensionatið.

»Tað er ein ómenniskjanslig gerð at koyra hesi fólkini út,« segði Thordur Niclasen.

Hann vísti á, at í New York, sum hann nýliga hevur vitjað, bar allastaðni til at koma fram hjá teimum brekaðu. So kaldur og ráur, tann býurin annars er, var allastaðni sjónligt, at tey brekaðu vóru partur av samfelagnum, segði Thordur Niclasen.

Har vóru uppsløg í bussum og ferjum, og hvar tú enn ferðaðist, sum vístu á pláss, har millum annað ein rullustólur kundi standa.

Og uttan fyri Tinghúsið skýmdi hetta stilla, frostklára kvøldið í december. Jólatræið á Tinghúsvøllinum skein um kapp við perurnar í trøunum framman fyri Bókhandlinum og mintu fólk á, at jólini nærkast, samstundis sum búfólkini á Pensionatinum helst verða útblakað.