Lat pensjónistar arbeiða uttan mótrokning

Vit vilja avtaka mótrokningina hjá pensjónistum, sum í dag er 62.000 krónur. Tað skal loysa seg at arbeiða, eisini eftir, at tú ert farin á pensjón.

Í dag síggja vit, at meira enn helvtin av teimum, sum arbeiða, gevast við vilja, tá tey røkka hesum markinum. Tað er bæði órættvíst og óskynsamt – bæði fyri tann einstaka og fyri samfelagið.

Vit hava brúk fyri royndunum og arbeiðsorkuni hjá eldri fólki. Tí vilja vit gera tað frítt hjá pensjónistum at arbeiða, uttan at verða mótroknaðir í pensjónini.

Tað skal altíð loysa seg at arbeiða.

X við Haraldur Hammer 24. og 26. mars