Lat Svein vinna X Factor

Umstríddi X Factor dómarin, Thomas Blachman, heldur, at Sveinur tað sama kann vinna sangkappingina

Nú eru fýra luttakarar eftir í donsku X Factor kappingini, og tey, sum vóru stórir favorittar at byrja við, eru ikki longur tað.

Sveinur Gaard Olsen, sum hevur verið roknaður at verða onkrastaðni mitt í rúgvuni, verður nú oftari nevndur sum ein møguligur vinnari av kappingini.

Thomas Blachman, sum er ein av dómarunum í kappingini, er vónbrotin av at framførslunum hjá Morten Benjamin og Ida – tey vóru stóru favorittarnir at byrja við í kappingini.

- Slapp eg at ráða, hevði eg varpað tey bæði til húsar í morgin, sigur bersøgni dómarin.

Hann heldur, at Ida og Benjamin kláraði seg betri í fyrstuni, enn tey gera nú, og at tey, sum skipa fyri kappingini, tí skylda hyggjarunum eina umbering fyri gongdina.

Tí heldur Thomas Blachman, at Sveinur tað sama kann vinna kappingina.


Sveinur í finaluna

Veddingafyristøkan Bet24 heldur í øllum førum, at Sveinur Gaard Olsen fer at koma í finaluna. Fyritøkan hevur uppundir hálvfinaluna í kvøld mett um møguleikarnar hjá teimum seinastu fýra luttakarunum.

Bet24 heldur, at Ida og Sveinur við vissu koma í finaluna í X Factor, og síðani stendur kappingin millum Morten Benjamin og Line um at fáa triðja og seinasta plássið í kappingini.

X Factor hálvfinala er á DR1 í kvøld kl. 19.00



Myndatekstur:


Veddingafyritøka heldur, at Sveinur Gaard Olsen í kvøld fer at vinna seg í finaluna í X Factor

Mynd: DR