Lat tónarnar bera teg burtur

Bastard etno og filosofiskt rock’roll. Tað er tónleikastílurin hjá bólkunum Afenginn og Dánjali, sum fríggjakvøldið og leygarkvøldið fara á pall saman.

 

Tey hava roynt hetta einaferð áður, og var hetta avbera væl eyðna. Tað sveimandi og fjøltáttaða úttrykkið hjá Afenginn sett saman við tí kraftmikla og stramma hjá bólkinum Dánjal.

 

Báðir bólkar hava tað til felags, at vøkru og ofta fólkaligu melodiirnir eru kjarnan í tónleikinum.

 

Dánjal á Neystabø greiðir frá, at hann forelskaði seg í tónleikinum hjá Afenginn, tá teir spældu á G! í 2005.

- Tað var nokk millum størstu tónleika upplivilsi eg beri tann dag í dag. Eg avgjørdi á staðnum, at hasum tónleikarunum vildi eg spæla saman við. Tá eg nøkur ár seinni flutti til Keypmannahavnar, leitaði eg teir upp og setti meg í samband við teir. Har byrjaði samstarvið, sigur Dánjal á Neystabø við Miðlahúsið.

 

Tað verður eitt 9 mans orkestur, við sjálvsama evnaríkum tónleikarum úr flestu norðanlondum, sum fer at deila tónar og kærleika sínamillum og við áhoyrarnar.

 

Hóast talan sum so er um tveir bólkar, so verður talan ikki um tvær ymiskar framførslur. Ætlanin er, at báðir bólkarnir spæla í senn, soleiðis at løgini smelta inn í hvørt annað. Hóast stílurin hjá Afenginn skilir seg frá stíluni hjá Dánjali, so hava teir arbeitt við at flætta løgini saman til eina heild. Etniski tónleikurin hjá Afenginn leiðir inn í popprútmurnar hjá Dánjali.

- Mín tónleikur er í stóran mun bygdur rundan um orðini, yrkingarnar. Síðani legst tónleikurin sum eitt lag rundan um. Meðan Afenginn eisini leggur dent á orðini, so er her talan um eitt mál, sum teir sjálvir hava skapað. Hjá teimum stuðla orðini tónleikinum, og ofta er best at bara lata eyguni aftur og lata tónarnar bera teg avstað, sigur Dánjal á Neystabø.

 

 

Afenginn, sum er stovnaður í 2002, er í dag eitt altjóða navn og hevur vunnið eitt hav av virðislønum - seinast Dansk Musikers Forbunds Livepris 2015. Eisini er bólkurin róstur til skíggja av ummælarum, bæði úti og heima - seinast í Gaffa har teir fingu 5 stjørnur fyri fløguna OPUS sum júst er útkomin.

 

Afenginn hevur útgivið 6 fløgur, spælt við symfoni orkestrum, luttikið í ballet framførslum og spælt við klasiskum kórum. Teirra lívssterka og serstaka samansjóðan av norðurlendskari melankoli og villum Balkan hevur tikið teir til konserthús og festivalir kring allan heim.

 

 

Dánjal hevur seinastu árini spælt sera nógv runt um í Europa og er róstur avbera nógv fyri sínar framførslur. Bólkurin hevur útgivið 3 fløgur, sum allar hava fingið sera góð ummæli, bæði í Føroyum og uttanlands. Dánjal var millum annað tilnevndur í Danish Music Award-Folk sum: “Bedste sangskriver”, “Bedste sang”, “Årets album”, “Årets talent” og “Årets live act”

 

Tónleikur er ein blanding av poppi, folkatónleiki við íslettum frá klassiskum tónleiki. Bretski tónleikaummælarin Chris Nickson, segði tað rættiliga væl við hesum orðum:

- Teir hava megnað hetta so serstakliga sermerkta: At blanda heimsspekina við rokkin. Hetta er popptónleikur fyri tann hugsandi.

 

Eitt stutt tónleikabrot er at hoyra við at trýsta her.

 

Konsertirnar vera fríggjakvøldið í Norðurlandahúsinum og leygarkvøldið í Töting í Gøtu.

 

Tónleikarnir eru:

Dánjal á Neystabø: Sang og klaver

Kim Nyberg: Mandolin

Kristoffer Nybye: Klarinett og Sang

Angelika Nielsen: Violin

Niels Skovmand: Violin

Ulrik Brohuus: Trummer, slagverk og sang

Erik Olevik: Sello og Bass

Mette Heister: Sang og Slagverk

Jonas Nakel: Ljóðdesign