Fiskivinna
- Vit plaga at siga, at føroyingar liva av fiski, og sambært hagtølun er hetta rætt. Men hvussu ofta hoyra vit ikki, at fiskivinnan er eitt ótrygt grundarlag at byggja tjóðina á, tí eingin veit, hvussu fiskiskapurin verður í framtíðini?
Soleiðis sigur Jákup W. Hansen, sum býr í Esbjerg. Hann hevur lisið til datamatikara og lesur nú til bachelor of science á lærdum háskúla.
- Hava vit í huga, hvussu stórt alt okkara havøki er, og hvussu nógv ríkidømi svimur her, kundi eg hugsað mær, at her var ríkiligt til allar føroyingar.
Hví lata vit
ikki aðrar fiska?
Jákup, sum hevur sent Sosialinum eitt e-bræv, ivast í, um tað er rætt av okkum føroyingum at satsa uppá at fiska sjálvi. Hann heldur, at fiskimenninir kundu gjørt okkurt annað, sum var tryggari og kanska betri enn at ?bekymra? seg um fiskiskapin. Men neyðugt er at skipa okkum ógvuliga væl, skulu vit selja fiskirættindini til aðrar.
- Og sjálvandi kundu vit fiskað nakað sjálvi, men her eigur at vera so nógv ríkidømi, at vit kundu selt ein stóran part til aðrar.
Hin møguleikin er, heldur Jákup, at vit føroyingar slett ikki fiska, men lata aðrar taka fiskin upp fyri okkum, samstundis sum vit fáa pengar fyri fiskirættindini afturfyri.
- Minkar burtur av einum fiskaslagi, mugu tað vera onnur fiskasløg, sum vit kunnu selja øðrum, soleiðis at vit altíð hava eina inntøku av at selja hesi rættindi.
Hvat halda tit
um prinsippið?
Jákup spyr, hvat føroyingar halda um hetta prinsippið.
Hann vísir á, at verður olja útvunnin úr føroysku undirgrundini, fara vit ikki at taka hana upp sjálvi, men fara líkasum at selja hana til oljufeløgini og fáa pengar afturfyri.
- Eg haldi, at soleiðis kundu vit eisini gjørt við fiskin í føroyskum sjógvi. Tað hevði givið okkum eitt breiðari lívsgrundarlag, um teir fiskimenn, sum í dag stríðast á havinum, í staðin vóru í aðrari vinnu, sum var tryggari.
Jákup W. Hansen heldur, at soleiðis kundu vit lagt okkum eftir onkrum, sum vit ikki hava í dag ? ella hava minni av.
Vit kunnu leggja aftrat, at Jákup eina tíð gekk á Fiskivinnuskúla í Vestmanna, men gjørdi seg ikki lidnan.