Tosið um sandoyartunnilin er farið av sporinum. Einstakir politikarar, og politiskir spírar, gera sær dælt av at ríða á einari populistiskari bylgju um “vælferð heldur enn tunnil”.
Latum okkum fara eitt vet aftur í tíðina, tá skjøtil varð settur á Visión 2015. Sjálvur var eg partur av bólkinum “infrakervið”. Arbeiðssetningurin byrjar við hesum: “Eitt gott infrakervi í Føroyum og millum Føroya og útheimin er týdningamikil fyritreyt fyri trivnaði hjá borgarum og vinnulívi og fyri at javnstilla ymsu økini í landinum.” Bólkurin tulkaði henda setning soleiðis, at talan var um “allar borgarar – øllum vinnulívi – øllum landinum”.
Sum er fáa Føroyar gott 600 milliónir kr. um árið í stuðli úr Danmark. Hetta er næstan ein sandoyartunnil hvørt ár. Henda inntøka er ekstraordiner, og haldi eg ikki at hon átti at komið inn í raksturin. Blokkstuðulin eigur at verða brúktur til at útbyggja hetta samfelagið til at kunna virka optimalt, eftir at loyst er. Hví so ikki taka “bara eitt ár” av blokkstuðli og brúka hann upp á fast samband við Sandoynna?
Tað eru ikki pengar, sum mangla. Verður sandoyartunnilin fíggjaður yvir eitt langt áramál er talan bert um einar 40 mill. um árið. Sandoyartunnilin er ikki tað, sum forðar okkum fyri at byggja nýggjan studentaskúla. Heldur ikki at byggja eitt fullkomuliga nýtt fróðskaparsetur – sum eg haldi átti at verði bygt ongantíð ov skjótt við einum mikið breiðari tilboði enn verandi.
Tað er ikki ein spurningur um peningin, men meir um, at tað fór at yvirupphita búskapin. At samfelagið er yvirupphitað hevur lítið við sandoyartunnilin at gera. Eini 40 fólk verða í støðugum arbeiði og einasta, sum rættuliga kann ávirkast er, at útboðið av lastbilum verður minni.
Lesi í bløðunum at 3 x Kári og Annika Olsen halda “tað er ov dýrt” og vilja hava “vælferð heldur enn tunnlar”. Tað kann ikki merkja annað enn, at tey vilja hækka útreiðslurnar til raksturin enn meira. Seinast nevnda vil enntá hava eitt “vælferðarmálaráð”. Komi tá í hug setningin hjá amerikanarunum: “Nice – but not needed” (fyri ikki at siga “nakað forferdiligt fjas”). Tað merkir, at hesi vilja ikki leggja kostnaðin av Sandoyartunnlinum afturat yvirskotinum á fíggjarlógini, men vilja spræna peningin út í samfelagið annars, við enn hægri yvirhiting sum fylgju.
Tað kann vera so ómetaliga nógv annað, sum er ov dýrt. Tað er ov dýrt at byggja ein miðnámsskúla í Hovi heldur enn í Vági. Tað er ov dýrt at hava Smyril siglandi. Tað er ov dýrt at hava 3 sjúkrahús. Tað er ov dýrt at hava sjómanna- og handverkarafrádrátt. Í veruleikanum er tað ov dýrt at búgva ymsastaðni í Føroyum. Hví skjóta tit ikki upp at byggja eitt háhús til 49.000 fólk, við verksmiðju í kjallaranum og hentleikum annars? Tað kundi ligið við flogvøllin og so kundu vit stongt restina av Føroyum, tí tann parturin er ov dýrur.
Tey, sum tóku undir við føstum sambandið við Sandoynna hava rós uppiborið. Tey duga at síggja tað neyðuga í at binda Sandoynna og Suðuroynna í Megin-føroyar og fylgja visión 2015-ætlanini. Gera samfelagið størri og harvið helst fjølbroyttari at liva í. Somu, sum eru ímóti føstum sambandi til sunnaru Føroyar, vóru ímóti føstum sambandi við Vágar og Norðoyggjar.
Tað sum tó undraði meg allarmest undir viðgerðini av føstum sambandi við Sandoynna var, at Tjóðveldið ikki allur sum ein tóku undir við uppskotinum. Vil Tjóðveldið Føroyum og okkum her búgva væl, má meira stirðil til ikki at brúka blokkin til rakstur, men íløgur og yvirskot annars. Annað hevur lítið trúvirði og gevur heldur ikki meining, um flokkurin ynskir loysing. Tjóðveldi tosar um, at vit saktans klára okkum uttan blokkin. Er hetta so, klára vit eisini at seta eitt ára blokkstuðul av til sandoyartunnilin. Annars hongur ikki saman.
Brúkið blokkin til at gera Føroyar “væl virkandi” eftir loysingina.
Latum okkum tí fegnast um og stuðla teimum politakarum, sum vilja menna infrakervið, betra um flytføri og gera tað gott hjá “øllum” føroyingum at búgva í Føroyum.