Láturkrampi á Rynkebyliðnum

– Eg havi ongantíð fyrr upplivað at fáa láturkrampa eftir at hava súkklað í 10 tímar, sigur ein fegin Tróndur Arge eftir fimta dagin hjá føroyska Team Rynkeby

– Eg havi ongantíð fyrr upplivað at fáa láturkrampa eftir at hava súkklað í 10 tímar, sigur ein fegin Tróndur Arge eftir fimta dagin hjá føroyska Team Rynkeby.

 

Mongu túrarnir niðan tungu, føroysku brekkurnar í vetur komu í dag væl við hjá Føroyska Rynkebyliðnum, sum hevur súkkla í fjallalendi har eysturi í Belgia í dag. Ítøkiliga er talan um Mur de Hye – ið serliga millum donsku súkklararnar eisini verður nevndur múrurin í Hye – sum er ein okkurt um 1300 metrar lang og brøtt brekka.

 

Føroyska liðið fór úr Liège í morgun, og hevur í dag fingið okkurt um 180 kilometrar afturat í beinini. Hóast teinurin hevur verið tungur og í oysandi regni, so er hýrurin framúr á føroyska liðnum.

 

Hóast kilometrarnir eftirhondini eru rættiliga nógvir, so hevur eingin á føroyska liðnum mist mótið.

 

– Her eru nógv stuttlig fólk við á liðnum, og støðan kann best lýsast á tann hátt, at vit uppliva at fáa láturkrampa í mótbrekku eftir 10 tímar á súkklu. Tað eru slíkar løtur, sum halda lívið í okkum, sigur Tróndur Arge, ítróttarredaktørur í Miðlahúsinum og Rynkeby-súkklari.

 

Føroyska Rynkebyliðið, sum telir 35 súkklarar og 10 hjálparfólk, kemur til Paris fríggjadagin.

 

Hoyr samrøðu við Trónd Arge við at trýsta á pílin undir myndini.

 

Les & hoyr eisini:

Í oysandi regni gjøgnum Holland