Laudrup best í venjing

Michael Laudrup fær, sum vera mann, góð skotsmál eftir framúrskarandi úrslitið í fyrsta dystinum hjá honum sum venjari hjá Swansea City.

 

5-0 vann walisiska liðið á útivølli móti QPR.

 

Og nú úttalar verjuleikarin, Alan Tate, at Michael Laudrup er framvegis besti leikarin undir venjing hjá Swansea, hóast hann er vorðin 48 ára gamal.

 

talkSPORT sigur, at Michael Laudrup er ein av ógvuliga fáum leikarum, sum hevur leikt fyri bæði Real Madrid og Barcelona og vunnið meistaraheitið har, eins og hann gjørdi við Juventus.

 

Og Tete heldur tað vera ógjørligt ikki at læra frá fyrrverandi miðvallarleikaranum, sum framvegis stak góðan teknikk.

 

- Tá Laudrup tekur aktivan lut í venjingini, er hann besti leikari á vølli. So um tú ikki fylgir við honum undir venjing, so er tú á skeivari leið, sigur Alan Tate við Weekend Sports Breakfast.

 

Verjuleikarin er eisini hugtikin av evnunum hjá dananum sum venjari.

 

- Hann er ikki tann typiski venjarin. Hann er meira róligur. Hann ýlir og brølar ikki, men fær boðini fram stillisliga, og vit virða hann almikið fyri tað hann var sum spælari, sigur Alan Tate.

 

Skoytast kann uppí, at Tate sat á útskiftingarbeinkinum allan dystin móti QPR.