Danski fótbóltsvenjarin Michael Laudrup er komin undir trýst í starvi sínum sum venjari fyri spanska felagið Getafe. Orsøkin er, at liðið ongan dyst hevði vunnið í fyrstu sjey umførunum av sponsku kappingini. Í gjárkvøldið lætnaði eitt sindur hjá Laudrup, tí Getafe vann 2-0 á heimavølli ímóti Murcia. Getafe liggur tó framvegis á niðurflytingarplássi í Primera Division.