Real Madrid var fyri løtu síðani á vitjan hjá grannunum Getafe, sum til tíðir hava staðið seg væl ímóti kongafelagnum á heimavølli. Eftir bara tjúgu minuttir var Real Madrid á odda við tveimum og tóktist hava tamarhald á dystinum. Fyrst legði Cristiano Ronaldo Real á odda við brotssparki og løtu seinni økti Mesut Özil. Getafe minkaði um munin áðrenn hálvleik, men Cristiano Ronaldo økti aftur fyri Real Madrid tíggju minuttir inn í seinna hálvleik.
Tá átta minuttir vóru eftir fekk Real Madrid verjuleikarin, Alvaro Arbeloa, reytt kort. Tríggjar minuttir seinni minkaði Juan Albin um munin, men Real Madrid var nærri 4-2, enn Getafe var at javna. Real Madrid liggur framvegis á næstfremsta plássinum, nú tvey stig aftanfyri Barcelona.
Mallorca hevði undan dystinum í dag, tapt teir seinastu fýra. Tríggjar í La Liga og ein í sponsku steypakappingini. Í dag gekk væl betri hjá Michael Laudrup og Mallorca, sum vunnu 3-0 á Hercules. Mallorca liggur nú á einum 9. plássi.