Laudrup verður landsliðsvenjari

Fótbóltur: Michael Laudrup skal verða hjálparvenjari hjá Morten Olsen

Nú er dreymasamstarvið hjá dønum veruleiki.

Mortan Olsen og Michael Laudrup skulu standa á odda fyri danska fótbóltslandsliðnum frá 1. juni næsta ár.

Fyri nøkrum vikum síðani gjørdist tað greitt, at Morten Olsen skuldi verða landsliðsvenjari, og samstundis varð róð uppundir, at Michael Laudrup skuldi verða hjálparvenjari.

Og tað verður hann.

Á tíðindafundi hjá danska fótbóltssambandinum hósdagin varð hetta avdúkað. Michael Laudrup hevur gjørt tvey ára sáttmála við DBU, galdandi frá 1. juni ár 2000.