Í januar gav bretska songkvinnan Laura Mvula út nýtt staklag, og P3 hevur nú kosið hetta lagið til at vera eitt av teimum løgunum, sum fara at gera um seg í 2013.
Útvarpsrásin hjá DR, P3, verður mett sum ein tónlistarlig útvarpsrás, sum gongur á odda innan nýggjan tónleik.
Nú hevur rásin lagt lagið "Green Garden" aftrat teirra lista, sum tey nevna "Uundgåelige", sum er ein listi yvir tey løg, sum tú ikki sleppur undan í 2013.
Laura hevur sjálv sagt, at hon fær íblástur frá øllum frá Nina Simone til George Gershwin og Björk.
Haraftrat hevur hon ein kærleika fyri klassiskum tónleiki, og sambært bretskum ummælarum hevur hon tí skapt sina egnu sjangru, sum tey nevna "gospeldelia".
4. mars kemur fløgan við hesum staklagið á marknaðin. Hon nevnist "Sing To The Moon".
Green Garden kann hoyrast her: