Víkingur hevur í kvøld kunngjørt, at felagið hevur longt sáttmálan við Andreas Lava Olsen. Royndi áleyparin var eitt av álitunum í góða kappingarárinum í fjør.
- Leirvíkingurin, Andreas Lava Olsen, hevur gjørt sáttmála við Víking, galdandi fyri komandi kappingarár. Stóri og sterki leikarin, sum seinastu árini hevur givið mongum verjum høvuðbrýggj, hevur bert umboðað barndómsfelagið í Føroyum, og vit fegnast um at hann tekur enn eitt ár í ljósabláum, skrivar Víkingur.
Hann verður ikki einsamallur í álopinum, tí Finnur Justinussen verður væntandi tøkur aftur um nakar vikur, meðan Martin Klein Joensen vísti seg fram í fjør.