Lavasøgan: Tveir brøður gingu burtur í Høvdasundi

Lavaættin er ein kend og stór ætt í Havn. Tí er hon eisini væl umboðað í gamla kirkjugarði í Havn. Hesa ferð umrøða vit »Peter á Lava Olsen’s familjugravstað«

Peter var sonur Óla Peter Lavesen, f. 1801, doyptur í Havnar kirkju 3/2-1802. Hann var húskallur í Kunoy, har hann giftist 11/11 1824 við Onnu Mariu Thomasdatter, fødd á Skarði og doypt 19/6 1801. Hon doyði í 1844.
Óli var útróðrar- og trað­ar­maður burturav. Sam­bært Karl á Tórgarði skal hann hava verið ein av teimum, sum áðrenn 1863 løgdu traðir inn av Húsagarðsfestinum. Hesar komu at liggja innan­fyri Stóragarð. Seinni sæst abbasonurin Óli Lava Olsen at hava yvirtikið hesa trønna sambært matriku­leringina frá 1925/26.
Børnini hjá Óla Peter og Anna Maria kunnu kanska sigast at vera tey sum mynda Lavaættina í dag. Tað sigst at Lavafólkini duga serliga væl húsast fíggjarliga. Ein vissi­liga tiltrongdur eginleiki!

Systkini á Lava vóru:
Peter Lave Olsen, nevndur Per Lava, var føddur 28/6 og doyptur í Havnar kirkju 3/7 1825.
Hann giftist við Sissal Abrahamsen, fødd 1815. Per starvaðist sum kvarter­meistari á skansanum.
Annars var Per Lava út­róðrar- og traðarmaður her í Havn. Peter Lava Olsen doyði 91 ára gamal tann 6/2 1917.

Eftirkomarar
Per og Sissal áttu dótrina Susanne Katrine Olsen, fødd 20/11 1853. Hon giftist 28/11 1878 við Óla Fredrik Hansen ella Óla á Velbastað, føddur 8/7 1853. Tey búðu inni í Koytustovu hjá Per Lava og fingu tríggjar døtur og ein son.
Børnini vóru:
• Cecilie Pauline Sophie Hansen, fødd 8/2 1880.
• Anna Jensine Hansen, fødd 29/4 1882
• Petra Fredrikka Hansen, fødd 3/10 1884
• Hans Olaf Hansen, føddur 9/2 1891. Hann var nevndur Hans hjá Per Lava, helst tí, at hann vaks upp hjá abbanum.
Hans Olaf giftist við Magninu Sofie Fredrikke Weihe, fødd 17/12 1896 í Porkeri.
Hans hjá Per Lava var útbúgvin skipstimbrari og starvaðist á Tórshavnar Skipasmiðju.
Tey búðu úti á Landa­vegn­um, har samkoman Filadelfia í dag heldur til. Har høvdu tey trøð, fjós og kúgv á bási.

Systkini hjá Per
Thomas Pauli Olsen, føddur 17/1-1828. Hann gekk burtur 30 ára gamal í Høvdasundi tann 1/7 1858. Hann átti ein son við Onnu Joensdatter, fødd 22/9 1829, á Hvítanesi. Tey vóru vist ikki gift.
Sonurin var Fredrik Thomsen, sum vaks upp niðri á Lava saman við systkina­børnunum Óla, Johan, Hans Paula, Andreas og Jens. Hann fór sum ungur til South Allovay í Skotlandi, har familja hansara enn finst undir navninum Thomson.
Malena Olesdatter, fødd 22/9 1830. Hon giftist við Jóannesi, sum fekk sær navnið Tauser. Hon átti sonin Óla Tauser, (4/8 1863-13/6 1930) við Joen Peter Nicolaisen, áðrenn hon giftist við Jóannesi. Óli Tauser var giftur við Johonnu fødd 11/1-1880 í Hovi, deyð 20/12-1928.
Versonur teirra, Jóhannes Tauser, gjørdist elsta manligi føroyingur, 105 ára gamal.
Augustinus Olsen var føddur 27/7 og doyptur 11/8 1833 í Havnar kirkju. Agga fór sum ungur til Kirkjubøar at vera húskallur. Seinni var hann eisini nøkur ár úti í Dímun. Hann bar orð fyri at vera av bestu svimjarum og av bestu bjargamonnum. Sagt varð um hann, at hann kundi skjóta skarv og sjálvur - sum ein veiðihundur - leypa á bláman eftir honum. Í Trøllhøvda er »Aggarók« uppkallað eftir honum. Har skal vera stórt loft, og er Agga fyrsti maður, ið tikið hevur hesa rókina.
Agga á Lava giftist í 1860 við Onnu Thomasdatter, fødd 10/12 1832 í Skúvoy. Tey flyta inn til bróður hennara Mikkjal Thomassen á Dunganum. Men tá hesin giftist árið eftir í 1861, flyta tey inn í eini lítil hús uppi við Lið, sum Agga helst sjálvur hevur bygt.
Við fólkateljingina í 1870 standa Augustinus Olsen, 37 ár, Anna Thomassen, 37 ár, og børnini Óli Gudmund Olsen, 9 ár, Sunneva Maria Olsen, 3 ár, at búgva uppi við Lið. Við fólkateljingina í 1880 stendur Anna Thomassen 48 ár, at vera einkja. Við fólka­telj­ingina í 1890 stendur Anna Tausen Olsen 59 ár og Johanna Thomina Margreta Olsen, 18 ár, at búgva uppi við Lið.
Anna stendur fyri at vera einkja, men Agga er á lívi. Hann fór burtur í heim og varð horvin í nógv ár. Tí hann verið hildin at vera deyður. Men um aldarskiftið kemur hann aftur, og hann doyr nøkur ár seinni. Petur Alberg skrivar um hann í síni dagbók.
Anna Elisabeth Oles­datter, fødd 31/10-1836, varð nevnd Kiskulingurin á Lava helst av teirri orsøk, at hon hevur verið nakað ómøgulig. Hon átti eina dóttur, hóast hon ikki var gift, nevnd Olevina Olsen, fødd 23/12-1870. Pápin var Peter Chr. Olsen úr Havn. Olevina bar orð fyri at vera sera vøkur. Hon vaks upp í heiminum hjá Pedda Weis, sum var næsta húsið niðaneftir hjá teimum á Lava. Sum tilkomin flutti Olevina saman við móðir síni til Svendborg í Danmark at búgva, har hon giftist við einum skipara.
Jákup á Lava, sum eitt tíðarskeið sigldi við skonnartini »Sjey Systrar« hjá Valdemar Lützen, var einaferð, meðan hann sigldi við hesum skipinum, og vitjaði tær báðar.
Ole Olsen Tauser var føddur 6/4 1840, men doyði hann bert 19 dagar gamal tann 25/4 1840, men vit kenna ikki orsøkina til, at hann doyði so lítil.
Óla Hans Olsen var føddur tann 21/3 og doyptur í Havnar kirkju ¾ 1842, har hann varð konfirmeraður 28/6 1857. Hann gekk burtur í Høvdasundi 1/7 1858 saman við bróðrinum Thomas Paula og tveimum øðrum monnum.
Kirkjubókin sigur frá, at 1/7 1858 gingu burtur “Thomas Pauli Olsen, ungkarl, søn af Ole Lava Pedersen i Thors­havn, 30 år, Ole Hans Tausen, førstnævntes broder af Thorshavn, 16 år, Joen Pauli Simonsen, ungkarl, søn af Simon Johannesen af Thors­havn, 23 år, og Samuel Peder Joensen, søn af afdøde jæger Joen Pedersen, ungkarl, af Thorshavn, 18 år.
Jacob Tauser Olsen, føddur 3.8 1845, giftist við Else­beth Hansen f. 28.8 1846 ættað úr Funningsstovu í Havn. Tey bæði hava fyrr verið umrødd í hesi røð. Tað er lang­abbasonur teirra Johan Restorff Jacobsen, sum er kelda til greinirnar vit hava havt um Lavaættina og eisini til aðrar greinir í hesi røð.

Komandi partur
Í komandi viku umrøða vit Onnu og Sam Olsen