Ólavsøka mitt í Keypmannahavn

Skipað verður fyri føroyskari ólavsøku á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn

Tað er ikki bert her heima, at nógv verður gjørt burturúr ólavsøkuni. Eisini í Keypmannahavn verður í ár skipað fyri stórari ólavsøku. Siður er at halda ólavsøku í Føroyahúsinum í Keypmannahavn hvørt ár, og ólavsøkan verður eisini hildin í danska høvuðsstaðnum í ár. Hesuferð tó ikki í Føroyahúsinum.
Nýggja og stásisliga Norðurbryggjan verður í ár karmur um ólavsøkuna.
? Nú hava vit skipað fyri ólavsøku inni í Føroyahúsinum hvørt ár, og tá vit eru har, so eru møguleikarnir fyri uttandura aktiviteti ikki teir stóru, og tað hava vit saknað, sigur Martin Fjallstein, leiðari í Føroyahúsinum.
Saman við føroysku feløgunum í Keypmannahavn varð tí tikið stig til at flyta ólavsøkuna av Vesterbrogade og yvir í Norðurbryggjuna, har umstøðurnar fyri uttandura virksemi eru munandi betri.

Okkurt fyri øll
Stigtakararnir fóru undir fyrireikingarnar til ólavsøkuna longu í mars mánaði. Og nú eftir fleiri fundir og nógv arbeiði eru øll loyvini komin uppá pláss.
Ein arbeiðsbólkur er settur at fyriskipa ólavsøkuna. Formaður er Niels Salmony.
? Vit vilja við ólavsøkuni fegin vísa ø ðrum, hvørjum vit eru errin av í Føroyum. Endamálið er at varveita føroyskan sið, men tað skal sjálvsagt eisini verða okkurt, sum danir og onnur kunnu koma til, sigur hann.
Byrjað verður við eini skrúðsigling við føroyskum bátum, og síðani setir Tryggvi Johansen, leiðari á føroysku sendistovuni, ólavsøkuna.
Kappróður verður fyri fyrstu ferð á skránni í ár. Hetta verður við føroyskum bátum frá ymsu róðrarfeløgunum á flatlondum.
Seinni ólavsøkuaftan verður dansur á Bryggjuni, har dansibólkurin BE4 við Ian Onghamar á odda fer at spæla. Somuleiðis ólavsøkuaftan verður skipað fyri fýrverki og felagssangi við somu sangheftunum, ið verða nýtt til midnáttarsangin á ólavsøku heima í Føroyum.
Ólavsøkudag verður millum annað skipað fyri stórari konsert við fleiri føroyskum tónleikarum. Nevnast kunnu Stanley Samuelsen, Hanus G. Johansen og Sámal Ravnsfjall.
Eisini verður okkurt serligt fyri børnini.

Vænta nógv fólk
Tá ólavsøka hevur verið hildin í Føroyahúsinum hevur talið á vitjandi ligið millum 2 og 400. Fyrireikararnir bæði vænta og vóna, at fleiri leggjast afturat í ár.
? Um henda ólavsøkan eydnast væl, so hava vit lagt grundsteinin fyri einum føstum siði, siga teir báðir Martin Fjallstein og Niels Salmony.
? Karmarnir eru nú góðir at skipa fyri eini góðari ólavsøku.