Ólavsøkan gav metinntøku

Í fjør var inntøkan beint undir milliónina, meðan hesaferð kom meir enn milliónin í kassan

Í fjør fingu tey fimtan ítróttarfeløgini 30.000 krónur í part, men tað er ikki vist, at upphæddin verður meir í ár. Birgir Sondum í Tórshavnar Ítróttarráð sigur, at tvey feløg eru komin aftrat í ár.

­ Umframt at peningurin skal býtast millum 17 feløg, so eru útreiðslurnar eisini fleiri hesaferð, sigur hann.


Metinntøka

Tað eru Kristianna Høgnesen og Birgir Sondum, ið manna nevndina í Tórshavnar Ítróttarráð. Kristianna hevur verið í ráðnum í sekstan ár og Birgir í tólv ár.

­ Ongantíð í okkara tíð hevur inntøkan verið so stór, sigur Birgir Sondum.

Tey bæði eru eisini á einum máli um, at ítróttarfeløgini hava gjørt eitt megnar arbeiði hesaferð og eiga rós uppiborið.

­ Hetta er fyrsta ferðin, at allir básarnir hava verið røktir til fulnar, og tað hevur givið tað góða úrslitið, sigur Birgir Sondum.