Ólavsøkan møguliga flutt

Gunvør Balle, forkvinna í mentanarnevnd Tórshavnar Býráðs, og formaðurin í Tórshavnar Ítróttarráð, Harald Joensen, tykjast ikki ósamd, tá Heini í Havn Magnussen førir fram, at staðsetingin av ólavsøkuni á Skálatrøð við tivoli og øðrum er ósjarmerandi, dýrt og riggar ikki. Møguliga verður okkurt av hesum flutt niðan aftur í býin.

Tað var herverk ímóti ólavsøkuni at flyta hana oman á Skálatrøð. Tað heldur Heini í Havn Magnussen, í lesarabrævi í Sosialinum og á in.fo.

Hann sigur, at ólavsøkan minkar alsamt í vavi og sjarman við henni minkar fyri hvørt ár. Og tað er bara staðsetingini fyri at takka, har alt nú er kroyst saman á Skálatrøð har »eitt frímerki við stálhegni uttanum, og endaleysari kø, skal verða karmur um ólavsøkuna«

Hann sigur, at trygdin er heldur ikki tann besta, har fleiri túsund fólk, ung og gomul, børn og vaksin, verða stappað saman inn í eitt øki, har karrusellir, tombola, pylsur, ølbúðir hvørt um annað eru innhegnað, og har er sum sild í tunnu.

Hann sigur, at ein vanlig barnafamilja hevur ikki ráð at fara á Skálatrøð, tí tað er so dýrt, at tað er óhoyrt.

Hevur Tórshavnar Ítróttarráð ikki orku til at skipa tað øðrvísi, eiga onnur eisini at fáa rættindi til at skipa fyri á ólavsøku, heldur hann. Og hann heldur, at ólavsøkan skal flytast niðan aftur í býin.

 

Ikki ósamd

Formaðurin í Tórshavnar Ítróttarráð,Harald Joensen sigur, at tey hava arbeitt við møguleikanum at flyta ólavsøkutiltøk, sum eru á Skálatrøð, niðan aftur í býin, har tey vóru fyrr.

- Vit hava havt fund við umsitingina í Tórshavnar Býráð, men svarið er nei, sigur Harald Joensen.

Hann sigur, at tey vilja verðveita tiltøk á Skálatrøð, men fegin vildu flutt nakað av øllum tí, sum har er, niðan í býin.

- Bíðirøðirnar hava við staðsetingina at gera, heldur Harald Joensen.

 

Viðvíkjandi longu bíðirøðunum, so vísir Harald Joensen tó á, at bíðirøðir altíð hava verið, men at helst leggur ein hetta betri til merkis, nú alt er á einum stað.

Gunvør Balle, forkvinna í mentanarnevnd Tórshavnar Býráðs, vísir á, at bert umsitingin hevur viðgjørt málið, og at møguliga verða tiltøk flutt, men at hetta ikki hendir til hesa ólavsøkuna.

- Hetta hevur bara verið viðgjørt í umsitingini, og vit hava fingið eina frágreiðing frá embætisfólkum, hví tað ikki bar á mál hesaferð at flyta nøkur tiltøk hjá Tórshavnar Ítróttarráð niðan í býin, sigur Gunvør Balle.

- At fyrireika ólavsøkuna er eitt sera stórt puslispæl, og her er nógv at samskipa, nógv siðvenja og torført er at flyta onnur, ið hava leigað eitt stað leingi. Men sum sagt ætla vit nú eftir hesa ólavsøkuna at byrja arbeiðið at broyta nøkur viðurskifti, so fleiri tilboð til børn kunnu koma niðan í býin, sigur Gunvør Balle.

 

Óbroyttir prísir

Heini í Havn Magnussen sigur í lesarabrævi sínum, at  “ein vanlig barnafamilja hevur ikki ráð at fara á Skálatrøð, tí tað er so dýrt”.

- Harald Joensen er ikki heilt samdur.

- Til tað er at siga, at prísirnir hava verið óbroyttir í langa tíð. Talan er um somu prísir, sum fyri 10 árum síðani, vísir Harald Joensen á, og minnir á, at tiltøkini eru fyri at stuðla ítróttinum.