Vit hava sæð, at tað ber til at standa saman, tá ið eingin hevjar seg upp um felagsskapin. Soleiðis tók Doris Rasmussen til, tá ið hon setti ólavsøkuna fyri eini løtu síðani. Doris Rasmussen er tvørakona, sum býr á Argjum og sum hevur verið forkvinna, og nevndarlimur, í Argja Bóltfelag í nógv ár.
##med2##
Og hon vónar, at vit taka tað samanhaldið, vit hava lært at hava í koronakreppuni, við okkum, tá ið kreppan er av.
Hon sigur, at tilmælini um korona hevur rakt summi hart, men hjá summum var tað ein kærkomin skái, tí tað er so nógv ferð á samfelagnum.
##med3##
– Góðu tíðirnar hava alt eina forbrúksmentan fram, har vit mest hava hugsað um okkum sjálvi. Áðrenn koronu var góða gamla hugtakið, samanhald, forfjónað, og tað hevur hon sjálv merkt eftir nógv ár í nevndini í Argja Bóltfelag.
Tá ið fólk verða biðin um at rætta eina hjálpandi hond, spyrja tey, hvat tey fái eg aftur fyri, tí fólk fáa ikki at brúka sína tíð til ólønt stríð.
– Tað er ikki bara ítrótti, at hetta ger seg galdandi, tí tá ið fólk velja sær yrkisleiði, fylgja tey ikki huganum og hjartanum, men lønarseðlinum, segði Doris Rasmussen.
– Korona hevur víst okkum á, at hjarta eigur at banka í hjartanum og ikki í reyvalummanum og tá ið korona er av, vónar hon, at hjarta heldur fram at banka fyri felagsskapinum.
Og hon helt ikki, at tilmælini um frástøðu fara at køva ólavsøkuna, tí vit íðka ítrótt, bliðskapurin er stórur, og sprittið fer í lógvarnar og ikki upp í nevið, helt hon fyri.
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##