Ólavsøkudag heilagan og flaggdagin til tjóðardag

Heldur enn at áseta ólavsøkdag sum tjóðardag, eins og Sjúrður á Skaale ynskir, eiga vit at áseta flaggdagin sum tjóðardag.

Støðan er hon, at í dag hava nógv fakfeløg vunni sær rætt til ymiskar frídagar. Nógvir fakbólkar hava frí flaggdag og ólavsøkudag. Meðan grundlógardagur er ásettur at vera hálvur frídagur hjá øllum, og at avtaka ein siðabundnan frídag, er tað sama sum at lækka lønina. Hvørs grundlógardagurin skal avtakast ella ikki, eigur ikki at tengjast upp at um ólavsøkudagurin eigur at verða tjóðardagur. Eftir míni sannføring eigur ólavsøkudagur ikki at gerast tjóðardagur. Heldur eigur ólavsøkudagur at verða halgidagur, har allir føroyingar á ein serligan hátt kunnu minnast aftur á og frøðast um, at vera blivin ein kristin tjóð. Og um ein hevur hug, at brúka henda dag, at vitja okkara kæra høvuðsstað og tey mongu tiltøk á skrá henda dag, so er tað ein upplagdur møguleiki.
Ein tjóðardagur eigur at vera ein dagur, ið knýtir allar borgara í landinum saman og um sama, og eg loyvi mær at ivast í, um borgara uttan fyri Havnina ynskja sær ólavsøkudagin sum ein tjóðardag. Heldur hugsi eg mær, at flaggdagur er rætti dagur til tjóðardag. Hesin dagur rørir við samleikan hjá øllum føroyingum, við tað at Flaggi ella rættari Merki er okkara. Og litirnir, reytt, blátt og hvítt eru okkara litir. Og krossurin er okkara krossur og eitt tekin um, at vit eru kristin tjóð. Og vit kenna okkum aftur í flagginum. Vit fáa tjóðskaparkenslur, tá ið flaggið verður vundið á stong. Vit fáa sterkar tjóðskapar kenslur tá vit, eitt nú í feriutíð - í fjarskotnum londum - síggja eitt lítið flagg á einari matstovu, ella tá ið vit í fremmandari havn síggja eitt føroyskt skip veittra við merkinum.
So lat okkum gera flaggdagin til tjóðardag og ólavsøkudagin heilagan.