Ólavsøkufinalan er aftur farin at spøkja

Í fleiri fótbóltsfeløgum eru tey av tí áskoðan, at tað eigur at verða spælt í landskappingini fyrrapartin av juli

Løgmanssteypið


Kongstankin hjá fleiri fótbóltsáhugaðum hevur í nógv ár verið, at finalan í kappingini um løgmanssteypið skal verða spæld í Gundadali á ólavsøku. Higartil hevur hetta ikki verið gjørligt, men nú verður aftur tosað um møguleikan. Fótbóltssambandið skal tosa við tey bæði stóru feløgini í høvuðsstaðnum um, undir hvørjum treytum tað ber til at spæla finaluna á ólavsøku.

Tað eru B36 og HB, sum eiga rættin til fótbólt á ólavsøku. Inntøkurnar frá ólavsøkufótbóltinum hava verið stórar. Men tey seinnu árini hevur áhugin fyri ólavsøkufótbóltinum ikki verið so stórur, sum hann onkuntíð hevur verið.


Summarfrítíðin

Leygardagin høvdu umboð fyri fótbóltsfeløgini og umboð fyri Fótbóltssambandið árliga fundin, har farna kappingarárið varð eftirmett, og har tosað varð um møguligar broytingar komandi kappingarár.

Ein av spurningunum var, nær tað er rættast at hava summarsteðg. Sambært uppskotinum, sum feløgini undan fundinum høvdu fingið um tíðarætlan fyri komandi kappingarár, so skal síðsta umfarið í landskappingini undan summarsteðginum spælast sunnudagin 24. juni. Sambært somu ætlan skal finalan um løgmanssteypið vera sunnudagin 1. juli.

Á fundinum leygardagin, har øll fótbóltsfeløgini uttan Skáli og TB vóru umboðað, kom fram, at fleiri eru áhugaðir í, at tað verður spælt í landskappingini eitt sindur longur út á summarið. Víst var á, at tað ikki eitt sindur tvørligt, at spælararnir ikki vita rættuliga, nær teir hava summarfrí. Feløgini stremba eftir at koma í steypafinaluna, men hjá teimum, sum tað eydnast at røkka so mikið langt, ber tað við sær, at summarfrítíðin verður útsett.

Tí mæla fleiri til, at finalan verður flutt til eftir summarsteðgin, og tað er í tí sambandinum, at møguleikin fyri at spæla á ólavsøku aftur er komin upp á tal.


Søgan

Síðani tað í 1989 var farið undir kappingina um løgmanssteypið, hava allar finalurnar verið í Gundadali. Tey fyrru árini varð spælt á ovara vølli, men finalan í ár var á Tórsvølli. Ætlanin er, at finalurnar í framtíðini skulu vera á Tórsvølli.

Finalurnar vórðu nógvu tey fyrstu árini spældar fyrrapartin av august. Í 1998 varð avgjørt, at finalan skuldi spælast undan summarsteðginum. Sjónarmiðið aftanfyri avgerðina var, at í staðin fyri at markera byrjanina upp á seinnapartin av kappingarárinum, so skuldi finalan markera endan á fyrru helvt. Tað varð eisini roknað við, at fótbóltsliga støði fór at verða hægri síðst í juni, tá liðini vóru í góðari dystarvenjing, enn tað var fyrst í augst, tá feløgini ikki høvdu spælt týdningarmiklar dystir í einar seks ella sjey vikur. Finalan í 1998 var ímillum HB g KÍ, og HB vann 2?0 mikukvøldið 17. juni. Í fjør, tá KÍ vann 3?1 á B36, var finalan sunnudagin 4. juli, og í ár vann GÍ 1?0 á HB. Tað var á Tórsvølli sunnudagin 2. juli.

Nú verður tosað um at flyta finaluna. Um hon verður á ólavsøku hongur m. a. saman við, um FSF og havnarfeløgini finna fram til eina semju um fíggjarligu treytirnar.