Úti í heimi, niðri á meginlandinum er tað ein heil vinna, at skipa fyri býarstevnum og høvuðsendamálið hjá teimum sum skipa fyri er sjálvsagt fyrst og fremst at vinna pening. Men eitt annað aðalmál er eisini, at tann, sum vitjar teirra tiltøk fær eitt gott upplivilsi burturúr, so gott, at hann tímir aftur komandi ár. Júst hetta tykist tann parturin av ólavsøkuni, sum tekur sær av at selja á gøtuni at hava gloymt ella kanska ongantíd at hava lært.
Tú fær snøgt sagt ov lítið fyri pengarnar. Gekk og lurtaði og hoyrdi somu ónøgdina fleiri staðni. Tað er harmiligt at síggja øll hesi eldhugaðu ungfólk, sum púra ókeypis arbeiða fyri teirra feløg, at tey ikki eisini kunnu bjóða viðskiftafólkunum nakað fyri peningin. Tað er ikki teirra skuld.
Kennir teg útnýttaðan
Ongin ivi er um, at Tivoli er tað heilt stóra hjá børnunum á Ólavsøku og foreldur vita, at á Ólavsøku, so er alt dýrt. Í summum av sølubúðunum er skipað fyri soleiðis, at børn um ikki annað fáa eina lítla premiu, ein lítlan bommpakka, eina karamellu ella okkurt annað, royna tey okkurt og ikki vinna. Hesar sølubúðir fáa eisini gott ummæli frá børnunum, tær hava givið hesum eitt gott upplivilsi.
Men tað er ikki stuttligt, tá ein sær børn kanska fyri tíggindu ferð keypa sær 12 skot við luftbyrsuni fyri 40 krónur og ikki fáa nakað sum helst burtur úr. Vinningarnir eru so ússaligir, ein plastrósa, ella ein hálvnakin dama frá sekstiárunum og byrsurnar eru so skeivar og veikar, at tað er rár hending, at nøkur rósa fellir til jarðar, tíans heldur nøkur hálvnakin dama.
Sjálvandi skulu fyrireikararnir fáa nakað burturúr, men tað ger heldur einki um viðskiftafólkini eisini aftaná kunnu siga, hetta vóru nøkur deilig tiltøk vit vóru við til. Vit fingu eisini nakað burturúr. Soleiðis var eisini til tey flestu tiltøkini, men tá tað kemur til sølubúðirnar, so fáa tær flestu botnkarakter.
Pylsur vóru seldar um alla Havnina. Ein franskur hotdog kostaði 25 krónur. Eg ivist onga løtu í, at fólk gleðiliga høvdu latið 35 krónur fyri ein ordiliga pylsu, gjørda úr fyrstaflokks tilfari, heldur enn hesar útvatnaðu, bleiku, líklittu við ongum smakki, sum vórðu seldar á Ólavsøku.
Bara pengar
onki annað
Um Ólavsøkuna vóru nógv fólk, sum leitaðu sær niðan til Posthúsið uppi á Hálsi fyri at royna antin go-cartirnar ella crosssúklurnar. eitt gott hugskot, sum Ellisakfør skipaði fyri. Men eisini her fór peningagreðin framum at viðskiftafólkini skuldu fáa nakað gott burturúr.
Eg var sjálvur við 11 ára gamla soninum har uppi Ólavsøkudag Hann stillaði seg gramman í bíðirøðina. Vit roknaðu okkum fram til at tað fór at taka eina tíma til hann slapp at royna crosssúkluna. Hann stóð ein heilan tíma í bíðirøðini og so varð hon knappliga broytt, so hann kom at standa aftast aftur.
Vit góvu upp hendan dagin og spurdu ein av fyrireikarunum um opið eisini var sunnudagin. "Jú," svaraði hann avgjørdur. "Vit hava opið í morgin frá klokkan tvey til átta. " Vit møttu aftur sunnudagin í góðari tíð eitt sindur áðrenn klokkan tvey. Onnur høvdu fingið sama hugskot og nøkur vóru møtt nógv fyrr. Vit vóru eini 40 fólk, sum bíðaðu í frísak lotinum.
Klokkan slerdi tvey og ongin kom fram, hon gjørdist fimm minuttir yvir, tíggju minuttir yvir, korter yvir, tjúgu minuttir yvir, klokkan fimm minuttir í hálvgum kom ein av fyrireikarunum og fór spakuliga at gera alt til reiðar. Sonur mín slapp at koyra nakað yvir klokkan trý, sunnudagin, tá hevði hann nýtt næstan tríggjar tímar samanlagt í bíðirøð. Hann koyrdi fyri 100 krónur og tað er rímuligt peningaliga sæð. Men fyrireikingin var vánalig. Ein gyrðing var rundan um har tey koyrdu, hvat gekk fyri seg uttanfyri gyrðingina høvdu fyrireikararnir ongan áhuga fyri, tað einasta í galt var at fáa pengarnar. Tvær bíðirøðir vóru uttanfyri og fólk máttu skipa seg sjálvan eftir hvør var sterkastur fyri at sleppa framat.
Hugskotið til tiltakið hjá Ellisakførum er frálíkt. Tað kann gerast nógv betri komandi ár uttan at kosta fyrireikarunum eyka, við at teir leiga fleiri súklur, gera banarnar meira áhugaverdar og skipa fyri eisini uttanfyri so skil er í bíðirøðunum