Ólavsøkuinnrás í Miðlahúsinum

Fyri fyrstu ferð slapp nýggja Miðlahúsið í Vágsbotni at royna seg á tjóðarhátíð okkara, ólavsøkuni. Og upplatingin av húsinum varð eisini sera væl móttikin. Mong hundrað vitjandi stukku inn á gólvið í Tórsgøtu 1 at síggja framsýningina hjá Óla P og hitta teknaran

Eisini valdu tey at síggja áhugaverda og søguliga filmin frá BBC um Føroyar, sum kendi føroyski myndamaðurin Jákup Andreas Arge hevði fingið hendur á í gomlu myndagoymslunum hjá bretsku miðlafyritøkuni.
Uppaftur onnur høvdu valt sær høvi at síggja og hoyra mongu tónlistafólkini, sum spældu og sungu um alla ólavsøkuna í Miðlahúsinum. Her settu ikki minst Spælimenninir sín serstaka dám á. Men eisini Sigrið Rasmussen og hennara tónleikarar fingu mangar ólavsøkugestir at leggja leiðina í Vágsbotn. Tvey kvøld á rað. Og teir, sum kanska vórðu við til at seta prikkin yvir iið, Brekkubrothers, fingu eina dundrandi móttøku.
Aftrat hesum stóð so eisini ólavsøkugestunum í boði at síggja nýggja Miðlahúsið um somu tíð, sum journalistar og fotografar vóru til arbeiðis og løgdu myndir og greinar út á Portalin hjá Føroya Tele, sum føroyingar nær og fjar hava møguleika at síggja.
Soleiðis gjørdist ólavsøkan í ár eisini ein hátíð fyri føroyingar uttanfyri Havnina, fyri øll tey, sum ikki vóru í Havn stevnudagarnar, men sum høvdu valt at vera heima ella fara út um landoddarnar at njóta summarferiuna.

376 vann
Atgongumerkið til mongu tiltøkini í Miðlahúsinum var eisini lutaseðil, har møguleiki var at vinna ein ferð, sum Atlantic Airways hevur latið, millum Føroyar og Danmark. Drigið er, og hepni vinnarin er nr. 376. Tillukku.