Ólavur og Kristian í Suður Afrika

Í hesi vikuni luttaka gittarleikarin Ólavur Jakobsen og tónaskaldið Kristian Blak á New Music Indaba 2008 í Pretoria í Suður Afrika

Felagið Føroysk Tónaskøld hevur í 2008 havt samstarv við Tónaskaldafelagið í Suður Afrika, har ið tónaskøld hava vitjað í Føroyum, og føroyskir tónleikarar hava framført tónleik teirra í samband við tónleikafagnaðin Summartónar.

 

New Music Indaba er teirra komponistafestivalur, at líkna við okkara Summartónar í Føroyum.

 

Ólavur hevur framført solokonsertir við m.a. verkum eftir føroysk tónaskøld. Harafturat hevur hann havt master-class við gittarlesandi á Lærda Háskúlanum í Pretoria.

 

Konsertir verða í Johannesburg, har ið Ólavur, umframt soloframførslu, leikar saman við limum í Johannesburg Symphony Orchestra.

 

Kristian umboðar Felagið Føroysk Tónaskøld, og hevur havt verkskeið við vitjandi tónaskøld og tónleikarar.

 

Nógvur føroyskur tónleikur verður eisini framførdur av gestandi tónleikabólkunum.

 

Sambandið við New Indaba Music og Suður Afrika, er komin í lag gjøgnum altjóða virksemi í ISCM, ið er altjóða felagskapur fyri tónaskøld.

 

Á seminar í Bolivia 2005, har Kristian Blak luttók, varð hugskotið kveikt.

 

Slíkt altjóða virksemi fær føroyskan tónleik, tónaskøld og tónleikarar fram uttanlands, og er til at fremja áhugan á altjóða tónleikapallinum fyri, hvat føroyskur tónleikur hevur at bjóða.