Laxalús lúsasex lúsavinna I-V

Samandráttur

Laksalúsin er ein afturvendandi trupulleiki hjá alivinnuni og avlúsingarevni og strev at beina fyri henni kostar nógvan pening. Umráðandi er at kenna laksalúsalívfrøðina eins og nøringarhátt fyri at kunna finna fram til alternativar týningarhættir. Geislagelding er ikki ókend tøkni í samband við skordýr, men er als ikki roynd í samband við laksalús. Fæst hesin lívssøringarháttur at virka kann hann verða til mikið fíggjarligt og vinnuligt gagn. Ein fortreyt fyri skjótari menning er eitt fíggjarliga sterkt væl samskipað og innovativt granskingarumhvørvið.

Hóraldur Joensen,
januar 2013

---



Trupulleiki

Laksalúsin, Lepeophtheirus salmonis, er ein sonn plága og stór útreiðsla hjá alivinnuni her á landi eins og uttanlands. Fyri stuttum varð nevnt í luftbornu miðlunum, at kostnaðurin av at halda lakslúsini niðri á einum ikki-skaðiligum støði í føroysku alvinnuni er umleið 100 milliónir Dkr árliga. Ein varislig kostnaðarmeting, gjørd í 2010 vísti, at laksalúsatrupulleikin kostar alheimsalivinnuni umleið 2,3 milliardir Dkr um árið. Fleiri avlúsingarevni eru uppfunnin og framleidd, og granskað hevur verið nógv í smittuvandanum frá aliringum til fríar fiskavertir og øvugt. Men higartil er eingin varandi loysn funnin uppá laksalúsatrupulleikan.


Lívfrøði laksalúsarinnar

Tað finst ein ørgrynna av ymskum fiskalúsum, 559 slektir (genus) í 37 sløgum (species) harav 162 Lepeophtheirus og 268 Caligus. Vanliga laksalúsin á okkara leiðum eitur Lepeophtheirus salmonis og seiðalúsin eitur Caligus elongatus. Seiðalúsin kann eisini plága laks, men laksalúsin er óivað tann stórri bágin. Laksalúsin er ein náttúrligur sníkur á villum og aldum laksi í Norður Europa. Kvennlúsin ber egg síni í tveimum eggjaposum, hangandi afturút frá afturpartinum á kroppi hennara. Talið av eggum, sum hvør kvennlús kann leggja, skiftir við árstíðini, lúsastødd, lúsaalduri og slagi av verti ella fiskaslag, sum hon situr á. Eldri kanningar vísa, at kvennlýs á aldum laksi kunnu í meðal hava umleið 500 egg og kvennlýs á villum laksi kunnu hava um 1000 egg í posunum, men nýggjari kanningar benda á, at hesar metingar eru rættuliga varisligar ella konservativar.

Eggini verða løgd eitt fyri og annað eftir, og kvennlúsin kann fær seks til ellivu urptir í lívinum. Aftaná at eggini eru løgd, flóta tey í vatnskorpuni og ovarliga í sjónum. Her verða tey klakt og koma í fyrstu larvu-støðu, kallað naupliius (sí Figur 1). Tað finnast tvær naplii verur, naplius I og naplius II, sum líkjast hvørjum øðrum í skapi. Hesar naupliiurnar eta einki og flóta bert við streyminum. Treytað av temperaturinum, so hamskiftir nauplius II til fleiri copepod-formar á rað eftir 5 til 15 døgum. Hesir sveima frítt í sjónum og eru smittandi, tvs. kunnu seta seg á ein vert. Fyrsta hesar copipodid-verurnar hava funnið ein vert, ein laks, so festa tær seg á vertin við einum av kampum (antennum) teirra. Copepodid-veran broytir ham til chalimus formin, sum festir seg til vertin, laksin, við einari framtægr, tvs. klønum tráði fremst á kroppinum. Tað finnast 4 chalimus formar, chalimus I, II, III og IV. Hesir sita allir á laksinum og eta av laksaskræðuni kring staðið, teir eru festir. Umframt nevndu formar, so eru tveir ókynskbúnir unglingaformar I og II ella pre-adult I og pre-adult II. Hesir kunnu ferðast frítt á vertinum og eta av skræðuni har teimum lystir. Unglingaformarnir I og II festa seg til vertin við eini chalimus-líknandi tægr, tá teir skifta ham seinastu ferð og gerðast til fullvaksna og kynsbúna laksalús. Kvennlúsin er væl stórri enn kalllúsin og er eyðkend við báðum eggjaposunum hangandi aftur úr afturpartinum.




Figur 1. Lýsing av lívsringrásini hjá laksalús, Lepeoptheirus salmonis (tekning eftir T. A. Schram). Egg-Nauplius I – Naplius II – Copepodidverur – Chalimus I – Chalimus II – Chalimus III – Chalimus IV – Preadult I – Preadult II – vaksin laksalús

Etingarlag og ávirkan á vertin

Laksalúsin nýtir raspandi munn til at skrava í seg av vertinum og harvið eta slipu, skræðu og undirliggjandi vevna. Lýsnar kunnu vera alla staðni á fiskinum, men savnast oftani á høvdinum og aftanfyri fjarðarnar. Tær halda fast í vertin við einum kampi (antennu) og einum útvaksnum legg-kjafti (maxilliped). Á laksalúsini er kjafturin skapaður sum ein sogleggur. Laksalúsin kann útskilja munandi nøgdir av enzyminum trypsin inn í slipuna á vertinum fyri harvið at lætta um føðsluinntøku og sodning. Hon kann eisini útskilja onnur evni, eitt nú prostaglandin E2, sum kunnu lætta um føðsluinntøku og veikja órininkervi (immunskipan) vertsins. Kynsbúna kall-lúsin nýtir eisini tann eina kampin at halda sær fastan í kvenn-lúsina undir paringini. Tær ferðandi lýsnar hava slíkt skap, at tær verða trýstar móti vertinum av vatntrýstinum, og tá tær flyta seg frá stað til stað, nýta tær jettprinsippið. Partur av kroppinum er harafturat formaður sum ein sogkoppur, so lúsin kann eisini súgva seg fastan. Ávirkanin á vertin kann verða ógvuslig og umfatar miss av yvirflatuvevnaði, bløðing, økt slipu-útlát, broytta slipu-lívevnafrøði, vevnaðardeyða og haravfylgjandi skerda fysiska verju og bakteriu-vernd. Laksurin fær minni matarlyst, veksur seinni, fær lækkað evnaskifti og strongd. Sárini gera hann veikan og lítið mótsøðuføran yvir fyri eftirfylgjandi smittu. Verturin kemur at líða av hemoglobin-mangul, minkaðum talið av blóðkyknum, broyttari ion-javnvág og hækkaðum koncentratiónum av strongdarhormonum, eitt nú cortisol. Laksurin er nú strongdur og veikur við lækkaðari osmosu-regulering, lækkaðum andingarevnum og viknaðari immunskipan.

Framhald