Fleiri fyrimunir eru við at skifta gøtuljósini frá vanligum gøtuljósum til LED-ljós. Tað halda tey í øllum førum í Vágs kommunu, har tey seinasta árið hava arbeitt miðvíst við at skifta gøtuljósini út.
Nú eru gøtuljósini vestur á Eiðið og á parkeringsøkinum við Vágs Høll eisini skift og hevur hetta ført við sær, at væl betri ljós er á hesum teininum og á parkeringsøkinum á Eiðinum.
- Umframt at LED-ljósini geva betur ljós, so er tað eisini ein munandi orkusparing við at skifta til LED í mun til vanligu gøtuljósini, og orkusparandi partin hevur Vágs kommuna eisini raðfest høgt seinastu árini, sigur Dennis Holm, borgarstjóri.