LED - nýggj ljósteknologi til bilar

Seinasta nýggja innan billyktir eru LED-lyktir ella dioduljós, sum lýsa eins væl og xenon-lyktirnar. LED-lyktirnar eru longu at finna sum bak- og bremsuljós og verða væntandi góðkendar sum høvuðsljós um góð tvey ár

Bil-lyktirnar verða alsamt betri og meira framkomnar. Tað eru ikki so nógv ár síðan bilarnir nýttu vanligar perur. Síðan komu halogenlyktirnar, sum lýstu fleiri ferðir so gott, og seinnu árini eru fleiri og fleiri bilar komnir við xenon-lyktunum, sum næstan gera nátt til dag.
Seinasta nýggja innan lyktir er LED-lyktir ella dioduljós, sum lýsa eins gott og xenon -lyktirnar. Tað er týska el-fyritøkan Hella, sum framleiðir LED-lyktirnar, og tær verða í løtuni royndarkoyrdar sum forlyktir á bil-merkjunum: VW, BMW og Mercedes-Benz.
LED-lyktirnar eru longu at finna sum bak- og bremsuljós á t.d. nýggju VW Golf og Passat. Lyktirnar eru ikki enn góðkendar sum høvuðsljós, men tað verða tær væntandi síðst í 2007 ella fyrst í 2008.
Fyrimunirnir við LED-lyktunum er, umframt at tær lýsa sera gott, at tær halda líka so leingi sum bilurin, og at tá tær verða hópframleiddar, verða tær eftir ætlan væl bíligari enn bæði halogen- og xenon-lyktirnar.