Legði á bussføraran meðan hann koyrdi

Tað er ikki altíð so tespiligt at verða bussførari og tað er ikki bara orsakað av veðrinum. Um vikuskiftið varð ein teirra álopin av einum ávirkaðum ferðamanni

Tað er mangan baldrut at koyra buss, verður ofta sagt.

Men tá verður aloftast sipa til tær veðurligu forðingarnar, sum eru í føroyska veðurlagnum, tí hóast mong ferðafólk bæði eru troyttandi og óhøvisk at hava við at gera, so kemur tað ikki so ofta fyri, at tað verður handfast millum bussførara og ferðafólk.

Men um vikuskiftið hendi júst tað.

Ein bussur frá Bygdaleiðum var ávegis til Havnar og millum ferðafólkini var ein maður, sum hevði tikið í so rívan til av tí váta slagnum.

Hvat er sagt og ikki, ber sjálvandi ikki til hjá løgregluni at siga, men tað heila spældi soleiðis av, at maðurin fór fram til bussføraran, legði armin um hálsin á honum og spenti í.

Bussførarin fekk tó steðga bussinum og tilburðurin var meldaður til løgregluna.

Tað er ófatuligt, at hugsa sær, at fólk kann gera slíkt, tí tað kundu staðist ræðuligar fylgjur av eini slíkari ógerð.

Fór bussurin út av vegnum, so kundi stórskaðið staðist av. Men ferðamaðurin var heppin.

Løgreglan í Havn, sum fekk boðini, fór á staðið og handtók mannin.

Hann verður nú ákærdur fyri harðskap.