Legan er fyri støk og er eisini ætlað yngri einkjum og einkjumonnum, har øll eru vælkomin við børnum ella uttan børn. Byrjað verður fríggjakvøldið 23. mai kl. 19.
Hesar legurnar, sum eru við í føstu skránni hjá Zarepta, hava verið á hvørjum ári síðan 1999. Millum 30 og 50 vaksin og millum 20 og 30 børn luttaka vanliga á hesum legum.
Talan er um eitt tvørkirkjuligt tiltak, har dentur verður lagdur á gott samfelag og skipað verður fyri ymiskum fyri alla familjuna á leguni.
Tilmelding hjá Eydnu Berg á telefon: heima 609651 fartelefon 219651