Legendariskur rockbólkur gevst at spæla

Black Sabbath takkar fyri seg í Japan

Bretski bólkurin Black Sabbath var ein av slóðarunum fyri tí harða, klassiska rockinum, sum eisini bólkar sum Led Zeppelin, Deep Purple, Uriah Heep og Iron Maiden vóru partur av.

Nú verður róð fram undir, at Black Sabbath gevst at spæla. Í einum lýsingafilmi fyri konsertum í Japan í november verður sagt, at konsertirnar eru farvæl konsertir hjá Black Sabbath.

Billboard heldur seg vita, at konsertirnar eru ikki bert farvæl til Japan, men endin á framførslunum hjá Black Sabbath.

Sangarin í Black Sabbath, Ozzy Osbourne, hevur áður sagt, at Black Sabbath í 2015 fór at innspæla eina seinastu útgávu og spæla sínar seinastu konsertir.