Leggja Tvøroyri undir asfalt

- Umfatandi asfaltarbeiði verður á Tvøroyri í viku 19 og 20, sigur Tvøroyrar kommuna.

Tvøroyrar kommuna hevur gjørt avtalu við Landsverk um at asfaltera umleið 21.000 fermetrar í kommununi nú í vár.

 

Arbeiðið fevnir í fyrsta lagi um niðara veg úr Trongisvági til Froðbiar, umframt Doktaragøtu í miðbýnum og ymiskar snøklar aðrastaðni.


Arbeiðið byrjar 9. mai og fer at taka umleið tvær vikur. Lagt verður fyri við at fresa vegirnar, sum skulu asfalterast.

 

Í tí sambandi heitir Tvøroyrar kommuna á bilførarar um at koyra varliga, bæði meðan arbeiðið fer fram og eisini í tíðarbilinum fyri sjálva asfalteringina í viku 20.

 

Roknast kann nevniliga við nógvum kantum á koyribreytini av fresingini.

 

- Borgarar í Tvøroyrar kommunu, sum ætla sær at fáa okkurt asfalterað, skulu venda sær til Landsverk og fáa eisini rokning beinleiðis frá Landsverki, sigur Tvøroyrar kommuna í dag.


Á heimasíðuni hjá kommununi - www.tvk.fo - síggjast kort sum vísa økini, ið skulu asfalterast.