Javnaðarflokkurin fer nú at leggja uppskot fyri Løgtingið um at byggja einar seks til átta bústaðir ymsastaðni á útoyggj. Hetta er ein liður í at fáa fjølbroyttari bústaðarmøguleikar kring alt landið, siga tinglimir Javnaðarfloksins í tíðindaskrivi í dag.
Og tey halda, at tað skulu vera Bústaði, sum fáa heimild til at byggja seks til átta bústaðir á útoyggj.
– Manglandi politiskt framskygni á bústaðarøkinum hevur ført til, at tað í dag hvørki eru grundstykki, hús ella leigubústaðir á smáu oyggjum okkara, hóast ungfólk hava hug at búseta seg har, siga tey.
– Í meira enn 20 ár hevur Útoyggjafelagið heitt á myndugleikarnar, um at tryggja atgongd til bústaðir á útoyggj, soleiðis at næsta ættarlið, og onnur, hava møguleika at seta búgv har, men har er einki hent.
– Skal útjaðaranum vera lív lagað, er tað av týdningi, at tað ber til fáa nakað at búgva í, sigur tingmanningin hjá Javnaðarflokkinum.
Tey vísa á, at íbúðirnar kunnu vera til ungar familjur í eitt ár ella tvey, fyri at finna útav, um tað er ein gongd leið hjá teimum at keypa, ella at byggja á staðnum.
– Ofta kann talan vera um pør, har annar parturin er uppvaksin á plássinum, meðan hin parturin hevur brúk fyri nakað av tíð fyri at vita um heta er eitt verandi stað.
Tey halda, at við hesum høvdu fólk kunna búð bíliga til leigu í eina tíð, og at tað kann geva teimum fíggjarligt rásarúm til at byggja ella at keyp sær hús á smáplássum, har krøvini frá bankunum til eginfígging eru munandi strangari enn í miðstaðarøkinum.
Javnaðarfólkini halda ikki, at hetta verður nakar fíggjarligur váði fyri Bústaðir, tí eru eingir leigarar, kunnu Bústaðir eisini fáa heimild til at leiga bústaðirnar út í styttri tíðarskeið til føroyingar ella til útlendsk ferðafólk.