Leggur frá sær eftir 52 ár

Í dag søgdu tey á Landssjúrkahúsinum farvæl við ein sjáldsama trúfastan starvsfelaga

- Hon er fitt at vera saman við, men hon sigur sína meining, tá ið tað krevst

 

Tað er skoðsmálið, Maiken Hedegaard, fær frá sínum starvsfeløgum á Landssjúkrahúsinum.

 

Týsdagin fyllir hon 70 ár og í tí leggur hon nú frá sær aftir at hava arbeitt á Landssjúkrahúsinum í heili 52 ár.

 

Hon hevur sín seinasta arbeiðsdag á Landssjúkrahúsinum í dag. Men hon hevði sín fyrsta starvsdag í 1961, tá ið hon byrjaði sum gongsgenta.

 

Men síðani 1978 hevur hon sitið í leiðbeiningini. Sostatt hevur hon verið andlitið hjá Landssjúkurahúsinum úteftir í heili 35 ár, tí hon hevur verið tann fyrsta, eitt ótal av fólki hava hitt, tá ið tey eru komin á Landssjúkrahúsið í ymsum ørindum.

 

Samstundis hevur hon fylgt allari menningini á Landssjúkrahúsinum hesi síðstu  50 árini.

 

- Sjúkradagarnar, hon hevur havt øll hesi árini, kunnu teljast á einari hondini.

 

Á Landssjúkrahúsinum hava tey roknað seg fram til, at leysliga hevur Maiken Hedegaard arbeitt í heilar 88.000 arbeiðstímar, ella 11.000 arbeiðsdagar, tað eru 2600 arbeiðsvikur.

 

Myndina tók Birgir Waag Høgnesen.