Leiðaraskifti á Lágargarði

Í sambandi við at Marjun Smith fer úr starvi sum leiðari á Lágargarði tann 1. august 2007 og Meta av Fløtum tekur við, verður móttøka á Lágargarði fríggjadagin 20. juli

Leiðaraskifti verður á Lágargarði í Havn tann 1. august, tá Meta av Fløtum tekur við sum leiðari eftir Marjun Smith, sum hevur verið leiðari á stovninum, síðan hann læt upp í 1987. Í hesum sambandi verður móttøka á stovninum fríggjadagin 20. juli frá kl. 15-18.


Meta av Fløtum er 53 ára gomul og ættað úr Porkeri, men er búsitandi í Havn. Hon tók prógv sum sjúkrarøktarfrøðingur í 1977 og hevur drúgvar royndir innan yrkið. Seinastu tíðina hevur hon røkt starvið sum leiðari fyri Heimatænastuni í Suðurstreymoyarøkinum.


Meta byrjaði á Lágargarði 1. juli, og hevur hon arbeitt saman við Marjun Smith fyrsta mánaðin í nýggja starvinum. Uppgávan hjá leiðaranum á Lágargarði fevnir um leiðslu og starvsfólkaviðurskifti, eins og hon hevur umsitingarligu og fíggjarligu ábyrgdina av stovninum.


Á Lágargarði eru umleið 100 starvsfólk og 46 búpláss til eldri fólk og tvey umlættingarpláss, umframt at 36 eldri fólk gera brúk av tilboðnum á dagstovninum. Talan er um eitt tilboð til teirra, sum búgva heima, men sum koma á stovn um dagin.

Eisini hava tey tilboð til heimabúgvandi pensionistar um fysiurgiska venjing.


Á Lágargarði gera tey eisini mat til eldri fólk, sum ikki sjálvi orka at keypa inn og gera sær mat sjálvi. Matur verður koyrdur heim til yvir 100 fólk hvønn einasta dag.


mg