Leiðslan í Amager bankanum fríkend

Rætturin hevur fríkent fyrrverandi leiðsluna í Amagerbankanum í máli um risastórt endurgjald

Fyrrverandi leiðsla og nevnd í danska Amagerbanknum eru fríkend í máli um risastórt endurgjald, sum Fíggjarligt Støðufesti vegna danska statin hevði lagt ímóti leiðsluni.

Rætturin í Lyngby heldur ikki, at orsøk er at krevja 900 milliónir krónur í endurgjaldi frá gomlu leiðsluni. Rætturin avgjørdi í sínum úrskurði eisini, at Fíggjarligt Støðufesti skal gjalda sakarmálskostnaðin, sum var umleið 75 milliónir krónur.

Í 2014 var leiðslan í Amagerbankanum skuldsett av bakmansløgregluni fyri teirra leiklut í skrædlinum hjá Amagerbankanum, men árið eftir uppgav løgreglan revsimál ímóti leiðsluni í bankanum.

Fíggjarligt Støðufesti seldi í 2013 leivdirnar av Amagerbankanum til BankNordik.