Leiðslan í Eik Banka bíðar framvegis eftir dómi

Danski staturin hevur ført níggju rættarmál um ábyrgd í sambandi við tap í bankum. Útreiðslurnar er størri enn endurgjaldskrøvini.

 

Rættarskipanin hevur seinastu árini viðgjørt fleiri mál um endurgjald eftir at peningastovnar eru farnir av knóranum. Tað er Finansiel Stabilitet, sum hevur lagt sak.

Finansiel Stabilitet varð stovnað í 2009 við fyrsta bankapakkanum og hevur millum annað til endamáls at standa fyri avvikling av neyðlíðandi peningastovum, harvið eisini at hava uppgávuna at føra rættarmál um møgulig endurgjaldskrøv.

Útreiðslunir til málini eru risastórar. Tilsamans vóru útreiðslurnar í fjør komnar upp á 875 milliónir krónur.

Her eru nøkur av størstu málum ímóti stjórum, nevndum og í nøkrum førum grannskoðarum:

* Roskilde Bank: Fyrst kravdi Finansiel Stabilitet eina milliard krónur, men Eystari Landsrættur fríkendi allar teir saksøktu í 2017. Síðani varð kravið minkað til 332 milliónir krónur. Hægstirættur hevur í dag gjørt av, at fyrrverandi bankastjórin skal rinda 231 milliónir krónur.

* Amagerbanken: Kravið var upprunaliga 900 milliónir krónur. Eftir viðgerð í býarrætti og landsrætti endaði tað í 2019 við eini avtalu. Átta leiðslulimir skuldu rinda 255,5 milliónir krónur.

* Ebh Bank: Kravið var 550 milliónir krónur. 11 fyrrverandi leiðslulimir vórðu fríkendir í Vestara Landsrætti í 2020. Stjórin varð dømdur at rinda tvær milliónir krónur í Hægstarætti í apríl í 2022.

* Capinordic Bank: Leiðslan var í Hægstarætti í 2019 dømd at gjalda 89 milliónir krónur.

* Løkken Sparekasse: Vestari landsrættur fríkendi í 2020, og Hægstirættur staðfesti í juni 2022.

* Eik Bank Danmark: Leiðslan fríkend í Hægstarætti í 2020.

* Eik Banki Føroyar: Eystari Landsrættur skal 10. januar 2023 siga dóm í málinum, har Føroya Rættur hevur dømt teir skuldsettu at gjalda tilsamans 150 milliónir krónur.

Keldur: Finansiel Stabilitet, Højesteret, Ritzau.

/ritzau/