Leif: Skilnaðurin frá Koks var harður

- Í himli verður neyvan stattarmunur. Mær dámar væl váðafús fólk, sum forvinna sær pening. Tað er heldur politikkurin sum svíkir tey illa støddu, og tað dámar mær ikki, sigur kendi kokkurin, Leif Sørensen.

Hvat hevur tú at siga um árið 2014?

 

- Eitt gott ár sum heild. Skilnaðurin frá Koks var eitt sindur harður, tí tað er altið hart at skiljast frá onkrum, tú ert góður við. Men, eg eri kortini glaður fyri, at eg tók avgerðina. Lívið var bara arbeiði, men nú er tíð til so nógv annað. Tað er eins og eg havi snarað eitt sindur og koyri eftir nýggjari óforútsigiligari leið.

 

Tað sigur Føroya kendasti kokkur, Leif Sørensen, nú hetta árið er um at verða liðugt. Hann vísir á, at nógv nýtt og spennandi er hent hetta árið.

 

- Vit hava tað gott heima, og okkara kæru hava tað gott. Góð vinnfólk. Havi møtt nógvum nýggjum og áhugaverdum fólkum, og eg havi verið á áhugaverdum rannsóknarferðum. Vit hava eisini fingið eini nýggj gomul hús.

 

Hvussu heldur tú nýggjár, og keypir tú fýrverk?

 

- Eg fari at halda nýggjár saman við familjuni og nøkrum vinum. Vit eta gott, práta, og drekka gott. Eg hugsi, at tað er sum hjá flestu øðrum. Tú ert noyddur at keypa fýrverk til børnini, men eg síggi bara eitt stórt meiningsloysi at senda so nógvan peninig upp í luftina. Mær dámar eisini væl at fara víðari í býin. Í dag er síðsti dagur í 2014 og gleði eg meg at verða saman við teimum sum fara at hjálpa okkum at flyta. Tað er ein serligur stemningur at vera saman við teimum, sum eru tær nærmast og ganga soleiðis og arbeiða saman ein dag. Tað er ikki so ofta longur, at høvi er at vera saman.

 

Gevur tú nýggjárslyfti?

 

- Hm...? Eg haldi, at eg gevi lyftir meiri ella minni alt árið, so eg haldi ikki, at nýggjárslyftini eri so sterk, tá eg gevi lyftir alt árið.

 

Hevur tú nakað nýggjársynski?

 

- At politikarar og tey, sum velja politikararnir (serliga tey eldru, sum velja konservativt), skilja, hvussu týdningarmikið tað er, at vit behalda tey ungu í Føroyum. Uttan tey, gerast vit eitt soviland, sum avtoftast um nøkur ár. At vit geva teimum minnimentu betri kor í Føroyum, serliga teimum lágløntu. Eg haldi, at í Føroyum er við at íkoma ein stattarmunur, sum minnir um støðuna í USA. Summi hava ógvuliga nógv, og onnur hava einki. Tey, sum hava nógv, kunnu saktans klára seg við eitt sindur minni, so at tey, sum hava ov lítið, kunnu fáa eitt sindur meira.

 

Leif Sørensen sigur, at tað er okkara skylda at hjálpa teimum, sum ikki klára seg, serliga vit sum kalla okkum kristin.

 

- Í himli verður neyvan stattarmunur. Mær dámar væl váðafúsin fólk, sum forvinna sær pening. Tað er heldur politikkurin sum svíkir tey illa støddu, og tað dámar mær ikki. Eitt ríkt samfelag er tað, sum lyftir tey illa bjargaðu upp, so hesi ikki detta niður ímillum. Tað hevur ikki í mínum lívi verið verri hesum viðvíkjandi enn júst nú.

 

Hvussu metir tú útlitini fyri 2015?

 

- Eg vil byrja við tí keðiliga. Eg vóni, at politikararnir ikki bara seta sær fyri at fremja stórar og nýskapandi ætlanir fyri framtíðina. Eg vóni, at tey fara at gera hesar ætlanir til veruleika. Eg vóni, at 2015 verður eitt vælsignað ár, bæði fyri Føroyar, míni kæru og allan heimin - akkurát sum í sanginum hjá John Lennon, "Imagin". Tað sær eisini út til, at hetta verður eitt spennandi ár. Nógv áhugavert er longu viðmerkt í álmanakkanum. Eg gleði meg at síggja míni kæru og mínar vinir oftari, og eg vóni í nýggja árinum at møta nógvum nýggjum og áhugaverdum fólkum, sigur kendi kokkurin, Leif Sørensen nú uppundir ársenda.