Leikandi lætt

VÍF fekk valla sveittan fram í dystinum móti Kyndli, sum helst skulu frøast um, at Tjaldur ikki tykist hava møguleikan at flyta upp aftur í bestu deildina

Hondbóltur

Dysturin millum VÍF og Kyndil var enn ein staðfesting av, hvussu stórur munurin er millum ovaru og niðaru hálvu av bestu kvinnudeildini.
Flestu áskoðararnir mundu eisini undan dystinum vita á leið, hvat tey skuldu rokna við, og tað tók heldur ikki VÍF serliga langa tíð at sannføra um, at her kundi bara verða ein vinnari av dystinum. Ein munur á eini fimm mál varð alt fyri eitt bygdur upp, og so ráddi sum so bara um at halda fast. Og tað gjørdi VÍF eisini uttan stórvegis trupulleikar.

Fyri kappingina sum so var hetta ikki ein av teimum dystum, sum broytir serliga nógv upp á stigatalvuna, tó at VÍF við sigrinum vann seg upp um Neistan, sum jú tapti fyri Stjørnuni.
Heldur ikki hjá VÍF mundi dysturin hava stórvegis at týða, annað enn at halda battaríunum koyrandi, nú seinna hálvlfinalan móti VB stendur á skránni. Ivaleyst verður tað júst tann dysturin, sum hevur størsta týdningin í hugaheiminum hjá Vestmanna-kvinnunum í løtuni. Dystirnir í landskappingini móti hinum oddaliðunum eru allir settir á skránna einaferð í mars mánaði, so í so máta eiga áskoðararnir í Vestmanna ikki at rokna við tí heilt stóra spenninginum.
Hjá Kyndli eru tað hinvegin dystirnir móti hinum botnliðunum, sum munnu standa fremstir í huganum. Her hevur liðið enn møguleikan at lyfta sær nakað á stigatalvuni, og miðskeiðis í næstu viku býðst helst møguleikin til hetta, tá Kyndil vitjar á Skála. Verður tann dysturin vunnin, so heldur grøna havnarliðið framvegis fast í møguleikanum um at lyfta sær av botnsessinum. Um ikki, so skulu tær helst bara vera fegnar um, at Tjaldur er á niðasta plássinum í aðru deild, og tí ikki tykist hava møguleika at troka seg upp í bestu deildina aftur.

Dysturin í tølum
VÍF-Kyndil 25-16 (14-7)
Málskjúttar
VÍF: Sóley Mikkelsen 6, Ioana Rápa 4(3), Jacklin Durhuus 4, Irina Radovici 4, Fríða Marjunardóttir 3, Nikolina Eyðbjørnsdóttir 3, Eydna Joensen 1
Kyndil: Annika Thomsen 4, Randi Wardum 4(1), Súsanna Petersen 2, Linda Weihe 2(1), Anja Heinadóttir 2, Fríða Petersen 1(1), Hildur Mikkelsen 1
Brotskøst: VÍF 4, Kyndil 3
Útvísingar: VÍF 3, Kyndil 3
Dómarar úr Neistanum: Kristian Johansen & Sámal Hansen.