Leikarametingar: Føroyar - Svøríki

Soleiðis spældu okkara fríggjakvøldið í 2-1 tapinum móti Svøríki.

Føroyar:

1. Gunnar Nielsen 6

Spældi enn ein branddyst fyri Føroyar og hesa ferð er avrikið til seks stjørnur av seks. Gunnar er í serflokki á føroyska landsliðnum. Hann tók sær væl av kanónskotunum hjá Zlatan Ibrahimovic, men serliga er tað bjargingin í seinna hálvleiki, tá Kim Kallstrøm eftir stutt horna smekkar til. Gunnar fær hondina á í eini bjarging í heimsflokki. Lesur Zlatan skeivt av í 2-1 málinum, men er prísgivin, tá heimsstjørn verður spælt púra leys.

2. Jónas Tór Næs 5

Enn eitt gott avrik av raska høgrabakkinum, sum fær fimm stjørnur fyri avrikið. Har eru nakrar støður, har hann tveitur seg í taklingar í evstu løtu. Tað kann avlesast sum bæði gott verjuspæl ella ein feilplasering, men tá hann at kalla hvørja ferð var fyrst á bóltinum, so telur tað bara upp. Kundi einki gera við útjavnandi málið, tí hann er uttanfyri. Kastaði eisini innkastið, sum var upprunin til leiðslumálið hjá okkum.

3. Pól Jóhannus Justinussen 3

Hevði eina torføra uppgávu á vinstrabakki yvirav Premier league leikaranum, Sebastian Larsson. Stóð seg væl í verjustøðu og tað var sjáldan, um nakrantíð, at hann bleiv snýttur ella yvirspældur, misti alt og nógvar bóltar í uppspælinum. Átti sín lut í at bólturin datt fyri føturnar á Rógva Baldvinsson, tá hann skoraði

4. Rógvi Baldivinsson 5

Málskjúttin spældi eisini ein framúr dyst í verjuni. Hann tók veruliga av álitinum hjá landsliðsvenjaranum og kundi ikki lastast fyri málini hjá Svøríki. Vísti góðan bóltførleika, tá hann tamdi bóltin í sekundinum áðrenn hann sum ein annar málrevur sendi bóltin í málið til 1-0.

5. Odmar Færø 6

Dagsins leikari og hevur upp á tveir dystir víst, at hann er klárur til uppgávuna sum verjukempa fyri Føroyar. Spældi sum ein brandur og umframt at lesa spælið væl, so fingu Zlatan og hinir eisini óhugnaligu styrkina hjá Odmari at enn í nærdystinum. Heldur hann fram at spæla upp á hendan mátan, so er ikki óhugsandi at okkurt felag í bestu deildini í Skotlandi kundi brúkt hann.

6. Hallur Hansson 5

Tað tók eina løtu hjá Halli at koma inn í dystin, men tá hann fyrst kom í gongd, so var hann ikki til at steðga. Tuskaði runt og órógvaði miðvøllin hjá Svøríki, umframt at hann tordi væl at spæla bóltin runt. Hevði onkra góða avlevering út á vongin til Símun Samuelsen í fyrra hálvleiki.

7. Fróði Benjaminsen 5

Tað sæst ikki aftur, at Fróði Benjaminsen er aldursforsetin á liðnum. Hann gekk á odda og fann seg heldur ikki í, at Zlatan Ibrahimovic sló eftir honum. Hann er ein stríðsmaður av gamla slagnum, men var eisini skjótur at hyggja upp, tá hann fekk bóltin og fordeila hann út til síðurnar. Fekk eitt bíligt gult kort tíðliga í dystinum, sum heilt víst órógvaði.

8. Símun Samuelsen 4

Mundi vera tann leikarin, ið rann mest á føroyska liðnum. Tuskaði alla vinstru síðu upp og niður allan dystin og tað sást eisini aftur á verjupartinum, tí Sebastian Larsson og Svøríki høvdu lítið at bjóða upp á í teirra høgru síðu. Hevði tvær góðar álopsstøður í fyrra hálvleiki, men fekk annars for lítið at arbeiða við, tá vit fóru í mótálop.

9. Daniel Udsen 3 (Út 85.min)

Stríddist á høgra vongi og var ágrýtin í verjustøðu. Nakað sum millum annað kostaði honum eitt gult kort. Kom ikki væl frá tí, tá okkara høvdu bóltin og stóð helst veikastur í myndini av føroysku leikarunum. Deyðbóltarnir lógu væl, men tað er ikki nokk til meiri enn tríggjar stjørnur. Tykist í løtum at verða feilplaseraður á høgra vongi.

10. Christian Lamhauge Holst 4 (Út 71.min)

Eins og hjá restini av miðvøllinum, so tók tað eina løtu hjá Lamhauge manninum at finna seg til rættis. Eyðkent fyri manin er, at hann næstan altíð tekur rættar avgerðir og tað gjørdi hann aftur fríggjakvøldið. Men tað manglaði tað seinasta. Rakti millum annað ikki bóltin, tá hann hann hevði møguleika til at medda til uttanfyri brotsteigin. Virkaði troyttur móti endanum og var skiftur út. Hevur verið skaddur í rygginum, men sum skilst, so bilaði tað ikki í dystinum.


11. Jóan Símun Edmundsson 4

Tykist verða komin í dystarvenjing síðani skiftið til Fredericia. Hevði tað torført, tá okkara sendu høgar bóltar fram í høvdið á svensku miðverjuni. Megnaði hinvegin væl at halda upp á bóltin og var snýttir fyri minst trý grov fríspørk. Var fluttur aftur á framrættaða miðvøllin, tá Arnbjørn Hansen kom inn.

12. Hjalgrím Elttør (Inn 85.min)

Fekk seinastu fimm minuttirnar fyri Daniel Udsen. Gjørdi sum so einki um seg, men tað var eisini alt ov stutt til tíð at døma nakran upp á tað.

17. Arnbjørn Hansen (Inn 71.min)

Tað var djarvt av Lars Olsen at seta Arnbjrn Hansen á vøllin. Kom beinanvegin í ein rennidyst við svensku verjuna, men eftir tað misti føroyska liðið takið á dystinum og Arnbjørn slapp ongantíð framat eftir tað.

18. Súni Olsen (Inn 83.min)

Fekk sjey minuttir pluss tað leysa á miðvøllinum og spældi bóltin fínt runt tað løtuna. Hevði tó eina vandamikla feilavlevering, men verjan náddi at rudda vekk. Er eitt sindur frá toppform, men deyðbóltunum bilti einki – sum vanligt.

Lars Olsen 5

Valdi at geva teimum somu ellivu møguleikan frá byrjan og tað má sigast at verða ein góð avgerð, havandi í huga gongdina í dystinum og úrslitið. Tað var nógv gott at síggja og serliga er tað hugaligt at síggja okkara spæla bóltin so væl sína millum.
Torførasta løtan hjá Lars var, tá Jónas Tór Næs fekk ein alboga og fór at bløða. Hann mátti av vøllinum stutt eftir at okkara vóru komnir á odda. Jónas var ein av okkara bestu, men skuldi hann havt skift hann út? Tíverri fyri okkum og Lars, so javnaði Svøríki í tíðini Jónas var uttanfyri, og tað úr plássinum har sum Jónas eigur at standa.
Lars Olsen tók eisini ein djarva avgerð, tá hann valdi at seta Arnbjørn Hansen á vøllin fyri Christian Lamhauge Holst. Tá var støðan 1-1. Tað vitnar um ein mann, sum ætlaði og vildi vinna dystin.
Alt í alt eitt gott avrik frá føroyska landsliðsvenjaranum.

Dómarin:

Sæð við føroyskum eygum, sum kom dómarin ótrúliga illa frá uppgávuni. Fyrst gav hann Fróða Benjaminsen eitt bíligt gult kort fyri ein bleytan alboga í einum lugttvídysti. Síðani megnaði hann at yvirsíggja bæði albogan hjá Jonas Olsson á Jónas Tór Næs, albogan hjá Zlatan á Hall Hansson og ikki mist albogan hjá Mikel Lustig, sum kostaði Jónas Tór Næs tvær pentir í yvirmunnin og leiðsluna í dystinum.
Fleiri ferðir fingu okkara heldur ikki fríspark í avgerandi støðum. Serliga Jóan Símun Edmundsson fekk vanaliga viðferð frá grikkanum. Toftamaðurin átti minst trý fríspørk, sum hann ikki fekk.
Alt í alt ein vánaligur dystur frá dómaranum sæð við føroyskum eygum.