Leikluturin hjá VMF er ikki útspældur enn

­ Í slíkari fylking sum okkara, skal pláss vera fyri ymsum meiningum, men sum tá bóndin sáar græs í nýveltum øki, verður altíð eitt sløg av illgresi, sum skal fáast burtur. Tað var júst tað sum hendi í Verkamannafylkingin, sigur Kári Petersen

Hóast Kári Petersen altíð hevur verið áhugaður í politikki, og á fyrstu sinni var á valfundi undir krígnum, hevur hann kortini ongantíð verið limur í nøkrum flokki.

Hann heldur sjálvur, at tað kemst av, at allir flokkar høvdu mál á skránni, sum hann kundi taka undir við, men samstundis, at teir allir høvdu onnur áhugamál, sum hann ikki kundi góðtaka.

Spurdur, hví tað var so torført at taka støðu, svarar Kári Petersen umberandi, at hann er so góður av sær.

Hann er 65 ára gamal, og hevur livað eitt virkið og fjølltáttað lív.


Fotograftur, sjónleikari og hornblásari

Á ungum árum fór hann til Danmarkar at læra at fotografera, hjá einum kendum kongaligum fotografi. Hann hevur tí eisini fotografera bæði kongar og aðrar tignaligar persónar.

Hetta varð eisini hansara lívsstarv, men umframt tað hevur Kári Petersen verið virkin í Havnar Sjónleikarfelag, bæði í nevndini, har hann var formaður eitt skifti, men eisini sum sjónleikari. Kári Petersen spældi eisini í Havnar Hornorkestur í ein mansaldur, til heilsan fór at bila.

Hann hevur sukursjúku, og misti fyri nøkrum árum síðani annan fótin, eins og sjúkan eisini hevur ávikrað sjónina.

Undir hesum valstríðnum hevur Kári Petersen á fyrsta sinni luttikið aktivt í valstríðnum.

Hann hevur havt nógv at gera, bæði á valfundum ymsa staðni, og í útvarpinum, har hann hevur svarað spurningum o.s.fr..


Brúk fyri smáu flokkunum

­ Eg havi verið limur í Verkamannafylkingini síðan stutt eftir seinasta val, og eg haldi frameftir, at brúk er fyri VMF, sum stendur fyri tí, sum eg haldi vera rætt, sigur hann.

­ Vit vilja arbeiða fyri teimum lágløntu, brekaðu og pensionistunum, sum fyri langari tíð síðan eru slept uppá fjall í hinum flokkunum, sigur Kári Petersen.

Hansara sjónarmið um korini hjá pensionistunum eru m.a., at tað er skeivt at pensiónin ikki er prístalsviðgjørd. Hann dugir ikki at skilja, at føroysku pensiónirnar kunnu vera 2000 krónur lægri enn tær, sum danskir pensionistar fáa, tá tey eldru og veiku í Danmark hava nógvar aðrar ágóðar, sum pensionistar í Føroyum ikki hava.

­ Nú sigur onkur av teimum stóru flokkunum, at hann vil hækka pensiónirnar við 1000 krónur um mánaðin, men tað er so lætt at siga í valstríðnum, og kanska gloyma, tá valið er av.

­ Munurin á teimum stóru og smáu flokkunum er, at t.d. Verkamannafylkingin vil halda síni vallyfti, annars verða vit ikki afturvaldir. Teir stóru eru betur fyri og hava ráð at gloyma tað, sum teir bjóðaði seg fram til og søgdu seg vilja fremja.

­ Á henda hátt verða teir smáu flokkarnir ringa samvitskan, sum í tinginum skal vera við til at ávirka teir stóru flokkarnar. Tí er eisini brúk fyri okkum, sigur Kári Petersen.


Illgresi í nýlendi

­ Heldur tú at VMF hevur hildið síni vallyfti í farna valskeiði?

­ Nei, tað hava vit ikki, men tað kom av, at klandur kom í. Orsøkin var m.a. at tey valdu umboðini í tinginum ikki arbeiddu eftir tí tí, sum teir fóru á val uppá.

­Tí skrædnaði fylkingin, sigur Kári Petersen, sum grundgevur fyri stríðnum innanhýsis við at siga: ­ Í eini fylking sum hesi skal vera pláss fyri fleiri meiningum, men eins og bóndin sáar græs í nýveltum øki, so verður altíð eitt sløg av illgresi, sum má fáast burtur, og tað var júst tað, sum hendi í VMF.

Kári Petersen minnist aftur at gamlar dagar, tá valfundir vóru í Sjónleikarhúsinum og í Tórshøll. Hann hevur verið eini 11-12 ára gamal. Onkuntíð var hann koyrdur til hús, um klokkan fór um midnátt.

Tá var øðrvísi veiggj í politikararunum og fundarfólkunum. Teir gomlu dugdu so væl at gera fundirnar spennandi og áhugaverdar.

Hann sigur frá valfundi har Torstein Petersen og Andras Samuelsen dystaðust.

­ Einu ferðina skuldi Torstein Petersen grundgeva fyri sínum sjónarmiðum, við tølum. Hann bað ein partamann rætta sær eitt pappír, og fór at reksa tøl upp.

Andras Samuelsen royndi at muta ímóti og helt fyri, at tølini vóru als ikki røtt, men Torestein veipaði bert við pappírinum og segði: Tað stendur her,svart uppá hvítt.

­ Eingin kundi mótprógva hesum, men ivasamt er um nakað yvirhøvur stóð á pappírinum, sigur hann.

Kári Petersen sigur, at hann hevur altíð verið á vali, og at hann hevur valt ymsar flokkar gjøgnum árini.

­ Onkuntíð havi eg valt ein flokk, sum eg ikki kundi atkvøtt fyri í dag, og onkuntíð havi eg valt umboð til Fólkatingið, tí eg helt at danir høvdu gott av tí, sigur Kári Petersen skemtandi.

Hóast hann ikki longur hevur so góða heilsu, so er hevur hann ikki mist sítt skemtingarsama lyndi.

Hann styttir sær stundir við at lurta eftir ljóðbondum, men kann kortini lesa bløðini, um hann nýtir eitt tól sum lýsir á tekstin og veksur bókstavirnar.

­ Um eg ikki verði løgmaður, so fari eg út á Blindastovnin at læra meg at nýta serliga teldu til sjónveik, sigur Kári Petersen.


Framtíðarvónir

Um framtíðarvónirnar sigur Kári Petersen: ­ Um vit bera okkum rætt at vinnuliga, so hava vit eina framtíð. Tað er m.a. at meiri fiskur kemur upp á land í Føroyum, og at hann verður betur viðgjørdur. Tað hevði givið meira arbeiði, umframt at meira lá eftir í samfelagnum, enn í dag.

­ Møguleikarnir við komandi oljuvinnuni fara ivaleyst eisini at merkjast aftur í samfelagnum, av tí at talan er um stórar peningaupphæddir fyri so lítið land sum okkara.

­ Vit mugu tí vera varin og duga at umsita vinnuna. Eitt nú ikki at framleiða meir enn hægst neyðugt, fyri at drýggja okkum hetta ríkidømi, sigur Kári Petersen, sum eisini heldur, at Heimastýrislógin eigur at vera broytt. VMF arbeiðir fram móti fullræði.

­ Tá vit fara undir loysingina, skal tað vera fólkið, sum býr her nú, ið skal taka avgerð um loysing ella ikki, og ikki fólkaatkvøðan fyri 50 árum síðan, sigur Kári Petersen.