Leikvøllirnir til HM-endaspælið í 2030 eru kunngjørdir

Leikvøllirnar í Portugal, Marokko og Spania sum skulu brúkast undir HM-endaspælinum í 2030 eru kunngjørdir

HM-endaspælið í 2030 verður ein merkilig stødd.

 

Tríggir av teimum fyrstu HM-dystunum skulu spælast í Suðuramerika fyri at markera, at tað tá eru 100 ár liðin síðani fyrsta HM-endaspælið í fótbólti var í Uruguay í 1930. Meiningin er, at HM-setanardysturin skal spælast í Montevideo í Uruguay, tí tað var har fyrsta HM-finalan var leikt í 1930.

 

Annars skal HM-endaspælið í 2030 avgreiðast í Spania, Portugal og Marokko.

 

Leikvøllirnar sum skulu brúkast undir HM-endaspælinum í 2030 eru nú kunngjørdir.

 

Í Spania vera HM-leikvøllirnir hesir:

 

  • Camp Nou (Barcelona)
  • Santiago Bernabeu (Madrid)
  • Metropolitano (Madrid)
  • Estadio Anoeta (San Sebastian)
  • Gran Canaria Stadium (Palma)
  • Estadio La Cartuja (Sevilla)
  • RCDE Stadium (Barcelona)
  • Estadio Riazor (A Coruna)
  • Estadio de San Mames (Bilbao)
  • New Romareda (Zaragoza)
  • La Rosaleda (Malaga)

 

Í Marokko vera HM-leikvøllirnir hesir:

 

  • Prince Moulay Abdellah Stadium (Rabat)
  • Ibn Batouta Stadium (Tanger)
  • Adrar Stadium (Agadir)
  • Stade de Marrakech (Marrakesh)
  • Stade Foot Fès (Fez)
  • Grand Stadium of Casablanca (Casablanca)

 

Í Portugal vera HM-leikvøllirnir hesir:

 

  • Estadio da Luz (Lissabon)
  • Estadio Jose Alvalade (Lissabon)
  • Estadio do Dragao (Porto)