Tórsborg, sum ætlandi verður hitt fjórða frálandaskipið í røðini hjá Supply Service í Leirvík, er nú í umbúna, men sum stjórin í Supply Service, Jens Meinhard Rasmussen sigur við oljan.fo, at einki er liðugt, fyrr enn alt er liðugt.
Fyrst kom Eldborg (mynd), síðani Saeborg, og Sjóborg er ávegis. Nú bendir nógv á, at leirvíkingar eisini skulu hava fjórða frálandaskipið, sum fer at kallast Tórsborg.
- Tað er bert góður mánaði síðani, at enn eitt frálandaskip kom í føroyska flotan. Longu nú ganga aftur tíðindi um, at annað av føroysku frálandareiðaríunum, Supply Service í Leirvík, er um at gera avtalu um enn eitt skip.
Tað skrivar oljan.fo
Jens Meinhard Rasmussen, stjóri í Supply Service, váttar fyri heimasíðuni, at arbeitt verður við at fáa bygt enn eitt frálandaskip á Havyard skipasmiðjuni í Noregi.
Stjórin leggur tó dent á, at enn restar nakað í, til alt er fyri fingið uppá pláss.
- Og einki er liðugt, fyrr enn alt er liðugt, sum Jens Meinhard Rasmussen tekur til í samrøðu við oljan.fo